Tað var ikki mín kroppur, men tað var mítt barn

Eitt kvøldið á sumri 1998 vóru eg og ein vinkona saman. Nakrar vikur seinni segði hon mær, at hon var við barn, og at barnið var mítt. Hvørgin okkara hevði væntað tað, og vit vóru ikki klár at gerast foreldur. Vit vóru ikki forelskaði, og vit hugsaðu, at tað var best, um vit fóru frá hvør øðrum við reinari talvu.

Garret Kell hevur skrivað. Garret Kell er prestur í Del Ray Baptist Church í Alexandria, Virginia, og er limur í stýrinum fyri The Gospel Coalition. Hann og konan, Carrie, eiga seks børn.

Vit læntu 400$ frá einum vini, fóru til eina fosturtøku klinikk, har vit fingu fyriskrivað eina iðranartablett. Síðani koyrdu vit til eini tóm hús, har vit ætlaðu at vera um náttina. Eg gav henni eitt glas av vatni, soleiðis at hon kundi taka iðranartablettina. Eg helt í hondini á henni, meðan hon hevði krampar og græt. Vit gjørdu av við okkara ófødda barn.

Nøkur val geva arr, og okkara fosturtøka er avgjørt eitt av teimum. Árini síðani, vit tóku hesa avgerð, havi eg fingið størri samkenslu við teimum, sum eru vorðin við barn, uttan at ætla tað. Gud hevur givið mær fyrigeving og grøðing, sum eg ikki havi uppiborið.

Tað er hennara kroppur

Tað eru nógvar kvinnur, sum gjøgnum árini, hava biðið meg tagt um fosturtøku, tí “Tað er kroppurin hjá kvinnuni og hon hevur rætt til at velja, hvat skal henda við hennara kroppi” ella “tú ert mannfólk og hevur ongan rætt at siga við eina kvinnu, hvat hon skal gera við sín kropp.”

Eg royni at rúma hesum umbønum. Kvinnan hevur fingið sín kropp sum eina gávu frá Gudi, og skal hon ongantíð verða nortin uttan loyvi. Menn hava ongi rættindi at tvinga hana at brúka kroppin ímóti hennara vilja. Hon eigur sín kropp, og hetta skal virðast.

LES EISINI  Gud var eisini eitt fostur

Harafturat er ongin maður førur fyri at skilja til fulnar gleðini við at vera við barn og óttan, tá ið hetta ikki var ætlað. Menn hava teirra egnu vón og sorgir, men tað er ein serliga vón og langtan hjá eini kvinnu eftir, at lívmóðurin skal fyllast við lívi. Sorgin, tá ið hetta lív endar, er eisini serstøk fyri kvinnur, um hetta so er, tá ið tær missa barnið ella barnið verður tikið við eini fosturtøku. Sum gamla orðatakið sigur “Hjartað kennir sína egnu sorg, og í gleði tess kann eingin annar seg blanda.” Orðtøkini 14:10

Tað er ikki einans hennara kroppur

Men “tað er kroppurin hjá kvinnuni” lýsir ikki allan sannleikan. Tá ið ein kvinna gert við barn, so er hennara kroppur ikki einans hennara; hann gert samstundis kroppurin hjá barninum. Barnið er inni í henni, men er tó ein serskildur partur. Barnið er inni í kroppinum hjá mammuni, men er ikki hennara kropppur.

Lívið, sum veksur inni í mammuni, er ikki ein svullur ella kyknuklumpur, sum hevur menningarmøguleikar at gerast eitt barn. Tað er eitt barn – við egnum DNA, egnum blóðflokki og sjálvstøðum hjartaslátri eftir fimm, seks vikur. Lívið inni í mammuni er eitt serstak menniskja. Um vit høvdu funnið tað sama á Mars, sum vit kunnu síggja inni í mammuni, so høvdu vit heilt víst sagt, at talan er um lív. Og til hvørja einastu føðing er tað eitt menniskja, sum kemur úr mammuni. Við gitnaði er tað eitt livandi menniskja, sum fær bústað inni í mammuni.

LES EISINI  Eg eri (næstan) gud 

Gud hevur skapt tað soleiðis, at tey óføddu børnini vaksa saman við mammuni, har tey fáa vernd og føðslu so hvørt tey vaksa og mennast. Hesin offrandi kærleikin er partur av tí at gerast mamma. Øll, sum lesa hesi orð, hava kent hesa gudsætlaðu umsorgan, líkamikið hvussu tínar umstøður vóru, tá ið tú vart fødd/-ur. Kroppurin hjá mammu tíni var hennara kroppur, men tað var ikki einans hennara. Hennara kroppur var eitt fyribils heim hjá tær.

Tað er ikki bara hennara barn

Samstundis sum kvinnan eigur kroppin, so er barnið í móðurlívi ikki einans hennara barn. Tað er teirra barn – móður og faðir.                 

Líkamikið, um tey ætlaðu at fáa eitt barn saman ella ikki, so er barnið teirra. Um pápin ynskir at taka ábyrgd ella ikki, so er barnið teirra. Hetta er galdandi hvørjaferð ein kvinna gerst við barn – eisini, tá ið eg var við til at enda lívið. Tá ið vit fingu okkara fosturtøku, var tað ikki mín kroppur, men tað var mítt barn.

Bíða eina lítla løtu, áðrenn tú avvísir hesi útsøgn. Tað er næstan einki, sum er virðismiklari enn faðirkærleikin. Hetta er ein av orsøkunum til, at hyggjarum dámdi so væl Jack og Randall í amerikansku sjónvarpssendingini This Is Us. Tað er nakað í okkum, sum tráar eftir pápum sum Jack og Randall. Um vit eru pápar, so vilja vit vera sum teir. Á netinum floymdi yvir við rósandi viðmerkingum, tá ið pápi eina trý ára gamla gentu í eini rættarskak fanst hvassliga at læknanum, fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á hana. Umsorganin og kærleikin hjá pápanum sást týðiliga. Tey, sum hava havt ein góðan pápa siga honum tað; hini lata pápan merkja, hvørja sorg tað hevur givið teimum, at hann ikki var har.

LES EISINI  Fosturtøka: Tey vóru samd í einum máli 

Fosturtøka er ikki einans ein spurningur um valið hjá mammuni. Talan er eisini um ábyrgdina hjá pápanum. At halda fast við lygnina, at pápar ikki skulu blanda seg uppí fosturtøkuspurningin er ikki einans ein lygn, men ein vanlukka fyri komandi ættarlið.

Okkum tørvar eitt ættarlið av ungum monnum, sum virða kvinnurnar og verja teirra kynslív sum eina dýrabara gávu, soleiðis sum Gud hevur ætlað. Okkum tørvar eitt ættarlið av ungum monnum, sum ikki fara við kvinnum sum vóru tær ein lutur, men vísa teimum virðing og æra tær. Okkum tørvar eitt ættarlið av ungum monnum, sum ikki venda sær burtur, tá ið teir hava gjørt eina kvinnu við barn, og heldur ikki leggja trýst á hana um at taka fosturtøku. Okkum tørvar eitt ættarlið av monnum, sum vilja taka ábyrgd av og elska teirra óføddu børn. Teir mugu antin vera tilreiðar at hjálpa við at uppæla børnini ella koma við ætlanum um burturættleiðing.

Okkum tørvar eisini eitt ættarlið av kvinnum, sum vilja eggja monnum at taka ábyrgd, heldur enn at kroysta teir úr prátinum um fosturtøkuspurningin. Hóast fosturtøka ávirkar kvinnur á ein serstakan hátt, so er spurningurin ikki einans um kvinnur.

Tí niðurstøðan er, at tað er hennara kroppur, men teirra barn.

Andrias Magnussen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina