UNPLANNED – sterkur filmur í Havnar Bio næstu góðu vikuna

Í gjárskvøldið var salur 1 í Havnar Bio fullsettur til frumsýningini av filminum UNPLANNED. Filmurin hevur fingið sera nógva umrøðu í USA, har hann er gjørdur, men eisini í øðrum londum. Fleiri biografar hava noktað fyri at vísa filmin, og aðrir biografar eru vorðnir boykottaðir fyri at vísa hann.

UNPLANNED er sanna søgan um Abby Johnson, sum í fleiri ár arbeiddi fyri Planned Parenthood, millum annað átta ár sum leiðari fyri eina fosturtøkuklinikk. Hennara motiv var at hjálpa kvinnum, og hon var sannførd um “fría valið” hjá kvinnuni. Men ein dagin varð hon noydd at hjálpa til við eina fosturtøku, har hon fylgdi ófødda barninum á skannaranum, meðan fosturtøkan fór fram. Og tað, hon sá, broytti alt.

Hetta er ein sterkur filmur, og hyggjarin situr á fyrstu parkett til teir innaru kampir, sum Abby fer ígjøgnum, bæði áðrenn hesa avgerandi hending og aftaná.

Chuck Konzelman og Cary Solomon hava leikstjórnað, og høvuðsleiklutirnar spæla Ashley Bratcher, Brooks Ryan og Robia Scott.

LES EISINI  Eg hevði rætt til lívið!

Filmurin hevur 15 ára aldursmark, og Havnar Bio vísir filmin við enskum teksti hetta fram til 3. september.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina