Ófødda barnið stórt virði
Í eini grein, ”Færøerne har en af Europas strammeste abortlovgivninger…”, fyri stuttum, skriva tvey donsk tíðindafólk frá donsku public service rásini DR um fosturtøkuviðurskiftini í Føroyum í dag í mun til somu viðurskifti í Danmark.
Samrøður verða gjørdar við 3 ungar gentur á Glasir og spurt verður um teirra hugburð til fosturtøku í Føroyum í dag, har genturnar føra fram, at núverandi fosturtøkulógin er alt ov strong og avmarkandi í mun til tað samfelag, vit liva í. Tíðindamenninir vísa á, at núverandi fosturtøkulógin er ein gomul lóg frá 1956 og seta landsstýrismannin stevnu um henda spurning. Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit Nolsøe verður endurgivin fyri at siga, at vit mugu taka núverandi fosturtøkulóg upp til alment kjak og at núverandi fosturtøkulóg er ótíðarhóskandi og nýtur m.a. gomul hugtøk og orð. Samrøður verða eisini gjørdar við kvinnulækna, Etiska Ráðið og Pro Vita, sum eru samd um, tað er tørvur á eini dagføring av núverandi fosturtøkulóg.
Hyggja vit at viðurskiftunum í eitt nú Danmark, so fekk Danmark nýggja fosturtøkulóg í 1973, ið gav kvinnuni rætt til fosturtøku fram til 12. Viku við møguleika at søkja um fosturtøku fram til viku 22. Í Danmark er undirtøkan fyri fríari fosturtøku sera høg. Ein kanning gjørd í 2013 vísti, at heili 90% tóku undir við hesum.
Ein nýggj leiðbeining frá heimsheilsustovninum, WHO, sum varð almannakunngjørd fyri fáum vikum síðani, mælti til heilt at avtaka øll tíðarásett mørk fyri fosturtøku og í roynd og veru at loyva læknum og foreldrum at taka børnini heilt upp til 9. mánað.
Gongdin í fosturtøkuspurninginum hesi seinastu árini í londunum uttanum okkum hevur verið nærum einsrættað mótvegis størri frælsi til sum kvinna og genta sjálv at kunna velja og kunna taka endaliga avgerð, hvørt barnið skal hava loyvi til at liva ella ikki.
WHO verður við nýggja tilmælinum lastað fyri als ikki at taka atlit til ófødda barnið, men einans rættindini hjá gentuni og kvinnuni og somuleiðis onnur manglandi atlit til etiskar spurningar.
Taka vit føroysku brillurnar uppá, so er spurningurin um fosturtøku undir støðugum broytingum. Trýstið á politisku skipanina er økt og ósemjan ímillum viðhaldsfólk og mótstøðufólk er harðnað.
Vit halda tað hava alstóran týdning at sláa ring um ófødda barnið, so tað fær eins góðar møguleikar at liva, sum kvinnan og gentan hava tað.
Støðan er rættiliga greið, tá tað snýr seg um, hvat Skriftin sigur. Lívið er ein gudgivin gáva, sum byrjar heilt frá gitnaði av og hópin av skriftstøðum staðfesta hetta, eitt nú, Jesaja 49,1, Job 10,8-12 og Sálmur 139,13-16.
Til allar tíðar og undir øllum viðurskiftum er sera neyðugt av fullari megi at leggja dent á virðið og friðhalgannina hjá tí ófødda barninum, eisini í dag mugu vit gera alt, ið neyðugt er fyri at verja rættin hjá ófødda barninum til at liva.
Í samkleikaskjalinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini stendur í grein 4.3 undir etiskir spurningar:
3.4 Lívið (byrjan og endi)
a. Skaparin er eisini harri yvir lívi og deyða. Eitt og hvørt menniskja hevur tí óendaligt virði og rætt til vernd frá gitnaði til natúrligan deyða (Job 31,15; Sl 8,4-9; 51,7; 139,13-16; Jes 44,2; Jer 1,5; Luk 2,21).
b. Fosturtøka er at taka lívið hjá einum óføddum menniskja og kann einans verða góðtikin í støðum, har vandi er fyri, at mamman doyr orsakað av barnsburðinum. Tey, ið skulu verða foreldur, men hava truplar umstøður, eiga at fáa hjálp og stuðul frá okkum, bæði undir og eftir barnsburð.
c. Virkin deyðshjálp stríðir ímóti kristna menniskjasýninum.
d. Kristna sýnið á eitt og hvørt menniskja er eisini avgerandi, tá tað viðvíkur handfaring av ílegum og líknandi etiskum spurningum.
Vit hava sæð ræðandi viðurskifti úr okkara grannalondum, hvat frí fosturtøka hevur ført við sær av útveljan av, hvør skal og hvør ikki skal hava loyvi at liva.
Sambært Faktalink.dk, so velja 99% av kvinnunum, ið fáa at vita, at fostrið hevur Downs syndrom, at fáa tað tikið. Somuleiðis vístu medisinskar sakir, sum danska tíðindablaðið, Politiken fekk skjalainnlit í, at sokallaðar seinabortir vórðu góðkendar í abortsamráðunum til fostur við Turners og Klinefelters syndromi og enntá til fostur við opnum góma. Danski yvirlæknin, Claus Gravholdt, ið er serfrøðingur í sjúkunum Turners og Klinefelters syndromi frá Aarhus Universitetshospital sigur í samband við hetta málið: ”Hvussu “normalur” skalt tú vera fyri at kunna verða føddur í henda heim?” Gravholdt sigur víðari: ”Hetta er ein álvarsamur trupulleiki. Eg møti hesum menniskjum aftur sum vaksin, og nógv teirra hava fullkomiliga samanberilig lív við øll okkum onnur.”
Føroyska felagið, Provita, ið arbeiðir ímóti fríari fosturtøku og fyri at verja ófødda barnið staðfestir í eini grein á síni heimasíðu fylgjandi: “Í eini danskari kanning um fosturtøku frá 2003, har 1326 kvinnur vóru við var vanligasta orsøk til fosturtøku aftur, at tær “ikki høvdu ráð til eitt barn beint nú” ella at teirra “sosiala støða var ov óstabil”.” Slíkar grundgevingar benda á eina ungdómsmentan, har persónliga frælsi hjá ungu kvinnunum fáa hægstu raðfesting og er ikki eitt skríggj frá eini kvinnu í neyð. Heldur sær tað út til, at íkomna støðan hjá kvinnuni/manninum kundi verið møgulig at loysa ella kanska er ein støða, ið varir eitt styttri ella longri tíðarbil.
Pro Vita setur eisini orð á nakrar grundleggjandi spurningar um mannavirði og hvat tað, er sum ger okkum til menniskju? Skulu vit vera 12 vikur fyri at gerast menniskju? Hvat er tað fyri viðurskifti, ið treyta, at vit undan 12. viku ”bert” er eitt fostur, og altso ikki eitt menniskja. Til dømis vísir Pro Vita á eitt barn, ið yvirlivdi aftaná viku 21, meðan tað eitt nú í Íslandi er frí fosturtøka fram til viku 22 og gjørligt í fleiri londum at fremja fosturtøku fram til viku 24.
Menniskjað, sama um tað er í móðurlívi í 1 ella 15. viku ella tað er komið úr móðurlívi, er ungt ella gamalt, lítið ella stórt, klænt ella kraftigt, ljóst ella myrkt, frøknut, krúllut ella við øðrum eginleikum, ið vit kunnu finna uppá at býta menniskju upp í, so hevur tað eitt óvikandi gudgivið virði, sum vit als ikki eiga at fara inn at pilka við.