Ein oyðimørk
Í dag var eg á sjúkrahúsinum og vitjaði eina konu. Hon segði: „Andaliga mett, er tað sum ein oyðimørk her! Dugnaligir sjúkrarøktarfrøðingar og læknar taka sær av okkara likami. Men eingin gevur ella bjóðar okkum andaliga føði.“
“Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.“
Jóh.14,6
Tað er, sum okkara ættarlið hevur gjørt menniskjað til ein kropp, ein kropp, sum skal vera so vakur og væl trenaður sum gjørligt, ein kropp, sum kann umvælast líka til tað síðsta. Men eingin hugsar um, at í tí kroppinum býr ein andi og ein sál, sum hava minst líka so nógv brúk fyri umsorgan og røkt sum kroppurin.
Um ljós endiliga verður varpað á andan og sálina, verður tað til alt annað enn Jesus og Orðið, sum stendur fólki í boði. Ja, onkrastaðni er tað enntá so, at ein kristin sjúkrarøktarfrøðingur kann seta sítt starv í váða, um hon opinskárað bjóðar sær at lesa úr Guds orði og biðja fyri einum sjúklingi.
Jú meir eg upplivi av hasum slagnum, jú meir eri eg sannførdur um, at eg vil vera ein vatnberi, ein, sum ber evangeliið, tað livandi vatnið, til menniskju í oyðimørkini.
ec umsetti