Krossfestingin og Islam
Nú tað er páskaaftan, hugsaði eg, at tað kanska hevði verið stuttligt at nevnt hvat Islam sigur um krossfesting Jesusar.
Orsøkin til, at eg haldi hetta vera áhugavert, er, at muslimar eru nokkso væl kendir fyri ikki at trúgva, at Jesus doyði á krossinum, ja, fleiri siga enntá at hann als ikki var hongdur á krossin.
Versið, sum teir sitera í hesum sambandi er úr sura 4,157.
“and for boasting, “We killed the Messiah, Jesus, son of Mary, the messenger of Allah.” But they neither killed nor crucified him—it was only made to appear so. Even those who argue for this are in doubt. They have no knowledge whatsoever—only making assumptions. They certainly did not kill him.”
Leysliga umsett:
“og tey reypaðu: “Vit drupu Krist, Jesus, son Mariu, boðbera Allah.” Men tey hvørki drupu ella krossfestu hann. Tað sá bara soleiðis út. Sjálvt teir, sum práta um hetta ivast. Tey hava ongan kunnleika yvirhøvur, bert git. Í øllum førum drupu teir hann ikki.”
Hetta versið hevur tey seinasta 1300 árini í høvuðsheitum verið tulka á tann hátt, at Jesus ikki var krossfestur, men at onkur annar persónur var krossfestur í hansara stað. Summi nevna Judas Iskarjot, onnur Símum av Kýrene, og fleiri aðrar teoriir eru. Men í øllum førum, hevur tað verið mest vanligt at sagt, at Jesus ikki var krossfestur, ella ikki doyði á krossinum, tí soleiðis tulkaðu tey versið.
Men seinastu tíðina, hava tvær aðrar tulkingar vunnið frama.
Fyri at fáa alt at ganga upp, broyta teir definitiónina á orðunum, “krossfesting” og “deyði”. Krossfesting er, at ein doyr á einum krossi. Deyði er, tá Allah tekur sálina hjá einum persóni, uttan at geva hana aftur.
Fyrra tulkingin er, at av tí at Jesus ikki doyði, var hann ikki krossfestur. Tað sum hendi var, at Allah tók andan hjá Jesusi, tá hann hekk á krossinum. Hetta merkir, at hann var likamliga deyður, var jarðaður, og síðani legði Allah andan aftur í Jesus. So Jesus var ikki krossfestur, og doyði heldur ikki.
Seinna tulkingin, er eitt sindur lættari at skilja. Almaktin hjá Allah er fortreytin í hesi tulkingini. Versið sigur at tað vóru ikki tey, ið søgdu seg hava dripið Jesus, sum høvdu gjørt tað. Í staðin var tað viljin og gerðin hjá Allah. Tað sá út sum tey gjørdu tað, men tað var í roynd og veru Allah, sum stýrdi øllum.
Sostatt eru tað í dag fleiri muslimar, sum siga næstan akkurát tað sama, sum vit siga um Jesu krossdeyða.
Um tú vilt hoyra meira um evnið, hevur stutt síðan verið ein samrøða millum ein kristnan og ein muslim um hetta evnið. Hon er at finna HER. Samrøðan er á enskum.
Latið okkum vóna og biðja, at Guð letur eygu teirra upp, so tey síggja hvat veruliga hendi á krossinum og Páskadag.