Fýra lutir skapanin lærur okkum um Gud

A. W. Tozer segði, at tað, ið kemur fram fyri okkum, tá vit hugsa um Gud er tað mest týðandi við okkum. Eftir mínari meting er onki betur stað at byrja enn við skapanini úr 1.Mósebók, tá vit ynskja at dýrka og læra meira um Gud. Ein lærdur maður segði tað soleiðis: ”Um vit áttu eina Bíbliu uttan skapanarsøguna úr 1.Mósebók, so høvdu vit havt eitt ”korthús” uttan grundvøll ella sementblanding. Vit kunnu ikki tryggja framhaldandi frukt í okkara átrúnaðarliga arvi, um vit ikki geva rúm fyri rótunum.

1.Mósebók -og serliga skapanarsøgan- hjálpir okkum at skilja, hvussu Gud avdúkar seg sjálvan fyri okkum gjøgnum alla Bíbliuna. Her eru fýra týðandi eyðkenni.

1. Skapanin vísir ein Gud, ið ikki er eins og vit.

Í byrjanini avdúkar Bíblian ein Gud, sum ikki er skaptur, ein haldgóð høkja, vit hava í truplum tíðum. 1.Mósebók vísir ein almáttugan Gud uttan byrjan og enda, ein sum er nakað annað enn sítt skapanarverk, ein sum skapti nakað út úr ongum. Tað uggar meg at vita, at tað er ein Gud til, ið er hevjaður upp um hurlivasa okkara og sum stýrir søguni móti endanum. Tað gevur mær ugga og troyst at vita, at onkur annar enn eg eri á odda, at tað ikki eri eg, sum er harri yvir egnari lagnu og sál.  

Av og á bera vit okkum at, sum um vit ynskja ein Gud, vit kunnu minka til okkara egnu stødd, ein gud, ið ikki sær okkara misgerðir og sum signar okkara tankaloysi. Vit ynskja ein Gud, vit kunnu forma og skifta. Men er hetta veruliga tað, vit vilja? Ein Gudur, sum er avmarkaður av okkara avmarkingum, ein Gud, ið er undirgivin sama ótta og er fangi av okkara sinnisstøðum? Tá vit teska desperatar bønir um náttina, tá vit biðja til Guds við seingjarstokkin hjá ein av okkara kæru, tá vit biðja fyri okkara børnum, tá biðja vit til ein Gud, vit ynskja skal vera almáttugur, ein Gud vit líta á, sum kann stýra heiminum, sum vit ikki kunna. Djúpt inni í sál okkara ynskja vit ikki teir bíligu plastikk-gudarnar í okkara tíð, men ein almáttugan Gud, ið er størri enn trupulleikarnir, vit standa yvirfyri og sum kann sigra á tí, ið plágar okkum.

2. Skapanin vísir ein Gud av ordan og vakurleika

Ov ofta lesa vit í 1.Mósebók sum eina didaktiska orðabók heldur enn at taka eitt fet aftur eftir hæli, skoðandi hvussu undurfult Gud hevur skipað heimin.

  • Dag og nátt (dag 1) við sólini og mánanum at fylla og ráða teimum (dag 4).
  • Watn í erva og neðra (dag 2) við fuglum og fiskum at fylla og ráða yvir(dag 5).
  • Land og gróður (dag 3) við londum og djórum at fylla og ráða yvir (dag 6).


At ráða yvir øllum trimum skaptu hugaheimum er unikki menniskjaskapningur Guds givin, skaptir í mynd hansara(1.Mós.1,26). Men menniskju leiða, tá ið samanum kemur undir stýring Guds.  Sjeyndi dagur varð hvílidagur. Ætlanin við hesi uppseting er at vísa okkum, at Gud ikki er ein Gud av ruðuleika ella ósemju, men ein Gud av vakurleika, einleika og ordan.

3. Skapanin vísir Gud sum ein persónligan Gud.

1.Mósebók lýsir ein Gud, ið ikki bert formaði heimin og so lat standa til, men sum vil vera kendur. Gud er ikki fjarur. Hann tosar. Hann er ein Skapari, sum skapti menniskju til felagsskap við seg. Hann gekk í fullkomnum felagsskapi við Ádam og Evu, og hann er síðani opinberaður fyri okkum í persóninum, Jesusi.

Tað er ein Gud, sum rópar: ” Eg elski teir, ið elska meg; og teir, ið leita eftir mær, skulu finna meg.” Orðt.8,17. Hann er ein Faðir, ið sendi okkum son sín at verða vrakaður og hongdur upp á ein rómverskan kross, so vit kundu fáa semju og frið í lag við Hann, sum skapti okkum.

Hetta er í roynd og veru endamálið við at lesa 1.Mósebók: at hjálpa tær at kenna og verða kendur av Gudi, at vakja kenslur í hjarta tínum fyri honum, ið skapti teg. Í einum heimi, ið er vorðin ørur, kenna vit og síggja, at ”Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur.” Sálmur 46,2

4. Skapanin vísir ein Gud frá byrjan og til enda.

Til Jesaja profet, sigur Gud, ” Sí, nú skapi eg nýggjar lutir; …” Jes.43,19  1.Mósebók sigur okkum ikki bert, hvussu heimurin byrjaði, men  1.Mósebók peikar eisini fram ímóti, hvussu heimurin fer at enda. Tá vit lata upp fyrstu síðurnar í Bíbliuni áttu vit at sæð, at Gud skapannar eisini er Gud nýggja skapannar.

At skilja 1.Mósebók soleiðis hjálpir okkum at síggja, at nakrir av teim mest serligu eyðkennum úr aldingarðinum, Eden eisini vísa seg gjøgnum alla Skriftina. Her nøkur dømi. Áin, ið rennur gjøgnum aldingarðin vísir seg eisini í himmalskari visión í Sálmi 46,5 ”Ein á og hennar løkir gleða Guðs stað, hin heilaga stað, har hin hægsti hevur búgv.” og í Opinberingini, tá Jóhannis í síni visión lýsir tað Nýggja Jerúsalem. Lívsins træ úr aldingarðinum Eden gerst ein vanskeplaður og bannaður krossur, har sonur Guds letur sítt lív fyri tey, sum trúgva, og somuleiðis vísir hon seg í tí Nýggja Jerúsalem sum ein kelda til lekidóms(Op.22,2). Eden er eitt tempul, har gud dvølur í samljóði við sítt fólk. Sambandið, ið varð brotið av synd, verður midlað í minni templir gjøgnum søgu Ísraels, og tá Jesus ofrar seg sjálvan sum eitt alt galdandi offur til allar tíðir, ger Guds íbúgvandi Andi Guds fólk til sítt nýggja tempul. Ein dag fara loystir syndarar at liva í fullkomnum felagsskapi, tá Gud aftur fer at dvølja saman við fólki sínum

Richter skrivar
Alt, sum liggur millum portur Edens og Nýggja Jerúsalem, meginparturin av okkara Bíblium, er ein stór fullkomin bjargingarætlan. Í 1Mósebók 3, varð menniskjað rikið út; í Opinberingini 21-22, verða tey boðin vælkomin heim.

Vælkomin heim! Ein undurfullur tanki. Góði kristni vinur, eg bjóði tær at granska skapanina, at granska 1.Mósebók. Meiningin er ikki enn ein roynd at kenna nýttuleyst lættisoppatilfar, men at drekka djúpt úr Guds Orðs keldu at kenna og skilja meira um okkara Skapara, um okkum sjálvi og okkara heim og at enda at savnast við restini av skapninginum at tilbiðja okkara stóra Gud.
The Gospel Coalition: Daniel Darling

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina