Lívsvísdómur

Vísdóm í hjartanum tykist ikki stórvegis dentur verða lagdur á í okkara tíð.
Hugsar tú um tað, sum oftast verður tikið fram teirra millum, sum standa
fremst á mentanarpallinum, fært tú ikki ta fatan, at stórur áhugi ella
forstáilsi eru fyri tí, sum hevur við “vísdóm í hjartanum” at gera.

At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa!
Sálmur 90,12

Tú kanst spyrja, hvat ið “vísdómur í hjartanum” er: Um tað ikki bara eru
nøkur háfloygd orð, sum tikin verða fram í onkrari hátíðarligari løtu, men
sum onki hava við gráa gerandidagin at gera.

Vísdómur í hjartanum hevur avgjørt nakað við veruleikan at gera. Tú mást
bara minnast til, at klókskapur og vísdómur eru tvey ymisk ting. Skal tað
sigast heilt klárt, kann verða sagt, at tann, sum onki kennir til “vísdóm í
hjartanum” ikki er “rættiliga klókur,” tá ið samanum kemur.

Vísdóm í hjarta fært tú bara á einum staði, nevniliga hjá Gudi. Vísdómur
hevur nakað við lívsroyndir at gera, og tað hevur aftur nakað við
lívssamfelagið við lívsins Skapara og Harra at gera. Tann sum trýr á Gud,
varnast, hvussu trupult tað er at telja várar dagar.

Hvat merkir tað at telja várar dagar? Tað er at taka ímóti hvørjum
einstøkum degi sum ein Guds gáva. Summi halda, at kristindómurin er ein
røð av torførum boðum og formaningum. Tey halda, at hetta er ein døpur
læra um deyða og dóm og ein lívsfjar hugsan um ein himmal, sum ongin
veit nakað um.

Hartil er at siga, at kristindómurin er tað mest lívsnæra, sum hugsast kann,
tí kristindómurin lærir okkum at liva, at telja várar dagar er at fylla
dagarnar við rætta innihaldinum. Vit eiga at liva soleiðis, at tað í øllum
viðurskiftum er tann náðigi og trúfast Gud, sum vit seta okkara álit á.

At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa!
Sálmur 90,12

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina