MAMMUHJÁLPIN SØKIR SAMSKIPARA!

Hevur tú eitt hjarta fyri at hjálpa barnakonum og familjum í Føroyum? Ynskir tú at gera ein mun?Mammuhjálpin søkir nú eftir einum samskipara at arbeiða 15 tímar um vikuna.


Arbeiðsuppgávur
• Samskipa netverkið av stuðulspersónum og soleiðis finna røttu hjálpina til mammurnar, ið seta seg í samband við okkum.
• Dagligan rakstur og vøkstur av felagsskapinum í samstarv við arbeiðsnevndina
• Samstarva við almennar stovnar og samkomur í Føroyum.

Mammuhjálpin er ein hjálparfelagsskapur, ið virkar fyri at veita hjálp til barnakonur og familjur í Føroyum. Hetta arbeiði fevnir um ráðgeving til kvinnur, ið umhugsa fosturtøku og ráðgeving frá sosialráðgeva innan almennar tænastur. Vit hava eisini eitt netverk av sjálvbodnum fólkum, ið ynskja at veita stuðul og praktiska hjálp til gerandisdagin hjá barnafamiljum.

Hjartamálið hjá Mammuhjálpini er at gera gerandisdagin lættari hjá barnafamiljum í Føroyum, og at virka fyri, at ongin kvinna skal føla seg noydda at velja fosturtøku vegna vantandi hjálp.Send eina umsókn til okkum á mammuhjalpin@mammuhjalpin.fo og fortel eitt sindur um teg sjálvan, og hví tú brennir fyri hesum økinum.Hevur tú spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at skriva til síðuna.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina