Gud gjørdist menniskja við fostrinum, Jesusi
Hetta er ein prædika, sum Jonhard Jógvansson, prestur, helt til boðanardag Mariu. Í prædikuni nemur hann við umráðandi og aktuellar spurningar viðvíkjandi fosturtøku.
Tekstur: Luk 1,46-56
Í dag er tað boðanardagur Mariu, sum vit halda uml. 9 mánaðir fyri jól. Henda dagin hugsavna vit okkum serliga um hitt stóra jólaundrið: Gud gjørdist menniskja við Jesusi! Og hetta stóra undrið tíðarfesta vit í grundini ikki frá Jesu føðing í Betlehem, men frá gitnaðinum í Nasaret – 9 mánaðir fyri jól. Har er tað, at Gud gjørdist menniskja! Hjá Lukasi hoyra vit eisini um, hvussu hetta fór fram. Eingilin Gabriel segði við Mariu: “Heilagi andin skal koma yvir teg, og kraft hins hægsta skal skugga yvir teg, tí skal eisini hitt heilaga, sum borið verður í heim, verða kallað sonur Guðs” (Luk 1,35). Jesus varð altso gitin í móðurlívinum hjá Mariu av Heilagum Anda, soleiðis sum vit eisini játta í ápostólsku trúarjáttanini. Og líka frá gitnaði og sum fostur í móðurlívinum var Jesus menniskja!
Hvat er hitt ófødda?
Í dag verður nógv kjakast um fosturtøku. Summi tala fyri rættinum hjá kvinnuni at velja sjálv. Onnur tala ímóti fosturtøku og siga, at hitt ófødda barnið hevur líka nógvan rætt til lívið sum øll onnur menniskju. Ofta verður fosturtøkuprátið gruggut við øllum teimum moralsku tvístøðunum, sum kunnu upphugsast, men í grundini er tað bara ein spurningur, sum kann fáa greiðu á alt prátið, og tað er spurningurin: Hvat er hitt ófødda? Um tey óføddu ikki eru menniskju, so er eingin rættvísgering av fosturtøku neyðug, tí at tá er tað ikki nakar moralskur trupulleiki við fosturtøku. Um tey óføddu harafturímóti eru menniskju, so er fosturtøka ein veruligur moralskur trupulleiki, og tá er eingin rættvísgering av fosturtøku nóg góð.
Maria og Elisabet
At vit eru menniskju, bæði áðrenn og aftaná føðing, verður eisini gjørt púra greitt fyri okkum í fyrsta kapitli hjá Lukasi, har vit lesa um tvær kvinnur, sum eru við barn. Elisabet er í triðja trimestri við Jóhannesi Doyparanum. Maria er í fyrsta trimestri við Jesusi. Og tá ið Maria vitjar skyldkonu sína, Elisabet, og heilsar henni, so lesa vit, at fostrið spældi av frøi í móðurlívinum hjá Elisabet í nærveruni av Mariu og fostrinum, sum var í hennara móðurlívi.
Hetta er ein heilt serlig løta, tá hesar báðar kvinnurnar møtast. Báðar eru við barn. Tað eina fostrið er Doyparin – hann, sum kemur at slætta veg Harrans. Og hitt fostrið er eingin annar enn sjálvur Harrin. Tí er tað, at Elisabet verður fylt av Heilagum Anda og sigur við Mariu: “Vælsignað ert tú av kvinnum, og vælsignað er frukt móðurlívs tíns! Og hvaðan hendir hetta meg, at móðir Harra míns kemur á mín fund?” (Luk 1,42-43).
Um Maria hevði fingið fosturtøku
Hjá Lukasi er einki at ivast í, hvat Jesus er sum fostur, nevniliga sjálvur Harrin. Talan er ikki um ein, sum møguliga fer at vera Harrin, nei, hann er longu Harrin sum fostur í móðurlívinum hjá Mariu! Sambært Guds orði er tað sostatt púra greitt, at Jesus og Doyparin vóru tað sama bæði áðrenn og aftaná føðingina. Um hetta ikki var so, so hevði eingin boðanardagur Mariu verið, heldur ikki nakar jólaboðskapur um nýfødda Jesusbarnið í Betlehem, ella nakar gleðiboðskapur yvir høvur. Allur gleðiboðskapurin og øll okkara kristna vón avhongur av júst hesum, at Gud gjørdist menniskja við fostrinum, Jesusi! Og um Maria hevði fingið fosturtøku, so hevði hon tikið lívið av sjálvum Jesusi.
Skapt í Guds mynd
Svarið til fosturtøkuspurningin er sostatt púra greitt sambært Bíbliuni. Eins og hesi bæði fostrini, sum vit lesa um hjá Lukasi, soleiðis eru eisini øll onnur fostur í hesum heimi tað sama bæði áðrenn og aftaná føðing. Tey eru menniskju! Tey eru dýrabar í Guds eygum og skapt í Guds mynd. Og av tí at vit eru skapt í Guds mynd, so er ein og hvør oyðing av einum menniskja tí eisini synd í Guds eygum. Fimta boð ger tað púra greitt fyri okkum: Tú mást ikki sláa í hel! Í Orðtøkunum lesa vit eisini, at Gud hatar hendur, ið úthella sakleyst blóð (Orðt 6,17). Hví ger hann tað? Jú, tað ger hann, tí at vit sum menniskju eru skapt í Guds mynd, bæði fødd og ófødd. Tí eigur einki Guds barn at tala fyri fosturtøku. Tvørturímóti eiga øll Guds børn at tala ímóti fosturtøku, og heldur tala fyri lívinum bæði inni í og uttan fyri móðurlívið!
Lítla barnið
Eg yrkti einaferð nøkur orð, sum kanska eru hóskandi at taka fram her:
Lítla barnið
Hvør ansar uppá teg
Í hesi myrku og sváru tíð?
Tú hevur ei rødd
Hevur ei stødd
Tú mást líða undir tí.
Lítla barnið
Hvør ansar uppá teg
Í hesum spilta og falna heimi?
Tey hava ei oyru
Hava ei eygu
Fyri tær mítt elskaða barn.
Lítla barnið
Gud vælsigni teg
Og gevi tær eitt longri lív
Tú hevur rættin
Tú eigur skattin
Má eingin stjala hann frá tær.
Skuldarkensla
Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri, sum líða undir skuldarkensluni, sum fosturtøka hevur við sær. Men gleðiboðskapurin ljóðar kortini til okkum øll: “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi” (Róm 8,1). Í Jesusi kunnu vit siga við eina og hvørja ákærandi rødd, bæði innan í okkum og uttanífrá: “Á krossinum hevur Jesus longu goldið fyri tað, sum eg gjørdi, og sum eg angri, og eg skal ikki gjalda fyri nakað, sum longu er goldið fyri meg!” Paulus sigur tað so gott í Kol 2,14: ”[Jesus] strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin.” Okkara ómetaliga langa skuldabræv, sum skildi okkum frá Gudi og sum bar ævigan deyða við sær, hevur Jesus beint burtur, tá hann doyði í okkara stað á krossinum. Og tað, sum hann hevur gjørt á krossinum, er ikki hálvgjørt, nei, tað er fullgjørt!
Gleðiboðskapurin og fostrið
Gleðiboðskapurin um hitt fullgjørda verkið á Golgata hongur eisini óloysiliga tætt saman við hesum, at Gud gjørdist menniskja við fostrinum, Jesusi. Fyri at kunna doyggja á krossinum fyri syndirnar hjá øllum menniskjum, so mátti okkara frelsari jú eisini sjálvur vera menniskja líkasum vit: fyrst eitt fostur, eitt óføtt barn. Og so eitt nýføtt barn í eini krubbu í Betlehem. Seinni ein ungur drongur, sum fer í halgidómin saman við foreldrunum. Og aftur seinni ein vaksin maður, Meistarin, sum lærdi sínar lærusveinar um vegin, sannleikan og lívið, og sum at enda verður krossfestur á Golgata fyri allar heimsins syndir.
Fullkomin Gud og fullkomin menniskja
Men eingin, sum bara er menniskja, kann bera alla heimsins synd, doyggja í okkara stað, rísa upp frá deyðum og sigra á øllum óndum maktum. Tí mátti frelsarin eisini vera Gud. Jesus er sostatt bæði Gud og menniskja. Hetta játta vit eisini í Athanasiansku trúarjáttanini, sum er ein av trúarjáttanunum hjá føroysku fólkakirkjuni. Har játta vit nevniliga, “…at vár Harra Jesus Kristus, Sonur Guds, er bæði Gud og somuleiðis menniskja. Hann er Gud, føddur av veru Faðirsins fyri allar øldir, og menniskja, føddur í tíðini av veru móður sínar, fullkomin Gud, fullkomin menniskja…” (nr. 28-30). Og tað er nevniliga sum fullkomin Gud og fullkomin menniskja at Jesus grípir inn í heimin við síni frelsu!
Í Fil 2,7-8 sigur Paulus, at Jesus ”tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi.” Hetta er eisini tað, sum vit hava sungið um:
Tí Jesus hann er nú so nær
og vil, tí øll hann hevur kær,
í mannahold várt klæðast.
(Nr. 90 í Sálmabókini)
Ein heilt serlig vitjan
Dagsins tekstur byrjar við orðunum: ”Og Maria segði…” Tað, sum Maria nú sigur, kemur sum ein fylgja av tí, sum er hent beint áðrenn. Hon hevði nevniliga akkurát havt eina heilt serliga vitjan. Eingilin Gabriel kom til hennara og segði: ”Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Guði. Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus” (Luk 1,30-31). Men talan er als ikki um ein heilt vanligan graviditet. Hetta játta vit eisini í Ápostólsku trúarjáttanini, tá ið vit siga, at Jesus er gitin av Heilagum Anda. Harvið er hann heilagur, guddómligur, fullkomin Gud. Og tað er nevniliga bara hin fullkomni Gud, sum kann bjarga hini syndafalnu menniskjuni. Men Jesus hevur eisini eina menniskju, Mariu, sum móðir. Harvið er Jesus eisini fullkomin menniskja. Hann er guddómligur, tí at hann er gitin av Heilagum Anda. Og hann er menniskja, tí at hann er føddur av eini menniskju.
Í Jesusi kemur Gud nú til okkum og sameinir okkum við seg sjálvan. Og henda sameiningin kann einans fara fram í Jesusi, tí at tað er bara hann, sum er fullkomin Gud og fullkomin menniskja!
Gud við okkum
Men hvørjar fylgjur hevur hetta so fyri okkum? Jú, tað hevur ómetaliga stórar fylgjur fyri okkum! Jesus er nevniliga uppfyllilsið av lyftunum í Gamla testamenti um hin komandi Messias. Hjá profetinum Jesaja lesa vit t.d.: ”Tí skal Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Sí, moyggin verður við barn og føðir son, og hon kallar hann Immanuel” (Jes 7,14). Og Immanuel merkir jú: Gud við okkum. Jesus er Immanuel! Hann er Gud við okkum! Í Jesusi trínir Gud nú sjálvur inn í okkara syndafalna heim fyri at leiða okkum inn í hansara æviga ríki.
Einki er Harranum óført!
Tað er nakað heilt serligt við hesum soninum, sum Maria skal eiga. Hann er sum sagt uppfyllilsið av lyftunum í Gamla testamenti. Og hetta verður eisini undirstrikað í lovsanginum hjá Mariu: ”Hann [Gud] hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína – eftir tí, sum hann talaði til fedra vára – móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!” (Luk 1,54-55).
Í Gamla testamenti lesa vit nevniliga um, hvussu Gud gevur Ábrahami og Sáru lyftið um, at tey skulu fáa ein son. Men bíðitíðin bleiv so long. Tey blivu gomul, og Sára hugsaði: ”Hvussu skal eg, sum eri so gomul, føða son?” Og svarið ljóðaði: ”Man nakað vera Harranum óført?” (1 Mós 18,13-14). Nei, einki er Harranum óført! Hann hevur allan mátt!
Eitt undur
Maria fekk eisini eitt líknandi svar. Eftir at hon hevði fingið at vita, at hon skuldi verða við barn, segði hon við eingilin: ”Hvussu kann hetta bera til, við tað at eg ikki veit av manni?” (Luk 1,34). Og svarið bæði til hana og til okkum er tað sama: ”…hjá Guði man ikki nøkur søk vera ógjørlig” (Luk 1,37). Hann, sum við sínum máttmikla orði skapaði heimin burtur úr ongum, kann eisini syrgja fyri, at Jesus verður gitin av Heilagum Anda og borðin í heim av Mariu, hóast hon ikki visti av manni. Ja, tað er eitt undur! Men av tí, at vit hava ein undurfullan Gud og liva í einum gudsskaptum heimi, so trúgva vit eisini, at vit liva í einum heimi, har undur henda.
Lyftið verður uppfylt
Stór lyftir vóru knýtt at barninum, sum Gud hevði lovað Ábrahami og Sáru. Gud segði nevniliga, at hann skuldi gera eftirkomararnar hjá Ábrahami fjølmentar sum stjørnurnar á himni og sum sandin við sævarstrond. ”Og av avkomi tínum skulu allar ættir á foldini fáa signing”, segði Gud við Ábraham (1 Mós 22,17-18).
Tað er ein djúpur samanhangur millum lyftið til Ábraham og lyftið til Mariu. Gud hevði lovað Ábrahami ein son, sum ómetaliga stór lyftir vóru knýtt at. Og nú, á boðanardegi Mariu, standa vit so at siga á gáttini til uppfyllilsið av hesum lyftinum, nevniliga lyftið um, at allar ættir á foldini skulu fáa signing av avkomi Ábrahams. Hetta stóra lyftið verður nú uppfylt við Jesusi. Hann er jú sjálvur Guds signing til okkum!
Gud signar okkum ríkiliga í soninum, Jesusi! Við trúnni á hann og í dópinum til hansara verða vit íklædd sjálvan Jesus og hansara fullkomna rættvísi. Sangurin ”Reinur sum kavi” lýsir á ein sera góðan hátt hesa vónina, sum tú og eg eiga í Jesusi:
Reinur sum kavi, frelsu eg havi
fingið við Jesu Kristusar blóð.
Orðið mær sigur, at nú er friður
fingin, tí lambið fíggindan slóg.
Frelstur eg eri, sælur, bert tí
Jesus, Guds sonur, deyðan gekk í.
Frelstur frá dómi, himin eg hómi.
Amen, Halleluja.
Frelsan verður uppfylt í barninum
Ja, hvat annað kunnu vit gera, enn at siga amen og halleluja, tá ið vit hava við eina so stóra frelsu at gera? Hvat annað kunnu vit gera, enn at taka undir við lovsanginum hjá Mariu? ”Hátt setir sál mín Harran, og frøtt seg hevur andi mín í Guði, frelsara mínum…” Áðrenn Jesu føðing verður ein lovsangur føddur í hjartanum hjá Mariu – ein lovsangur fyri Gudi og hanara stóru frelsu – hesi frelsu, sum nú verður uppfylt í barninum, sum hon ber undir belti.
Bøn
Harri, halt tína verndarhond yvir øllum børnum – føddum og óføddum.
Takk fyri, at eg eri skaptur á undurfullan hátt.
At eg ikki eri nøkur tilvild.
At tú hugsaði um meg, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur.
At eg eri títt handaverk.
Takk fyri gitnaðin.
Føðingina.
Lívið.
Amen.