Derhard prædikar á ólavsøku
Derhard Jógvansson, prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, hevur ólavsøkuprædikuna í ár. Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn níggju sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Derhard Jógvansson, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.
Derhard varð prestvígdur i Vor Frue kirkju í Keypmannahavn 28. august 2008. Í eitt ár var hann prestur hjá Sankta Ólavs kirkjuliði í Keypmannahavn. Hann tók við kallinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi 1. februar 2010.