Dinosaururin í rúminum

Jákup E. Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Um tú í dagsins almenna rúmi fastheldur, at ein maður er ein maður og ein kona er ein kona og at kynslív hoyrir útilokandi heima í hjúnalagi millum mann og kvinnu, ert tú í vanda fyri at verða sæddur sum dinosaururin í rúminum. Ein leivd frá eini tíð, sum ikki longur er til.

Tíðirnar eru í broyting, yrkti Bob Dylan í 1963 og soleiðis vil tað væl altíð vera. Onki stendur í stað, alt flytir seg og flýtur. Munnu dinosaurarnir fara at yvirliva ella verða teir útruddaðir, møguliga í 2021 ella 2022 ella?

Eftir at hava arbeitt meira við at skilja Guðs visjón fyri kynini og samstundis skilja kynsupploysandi rákið (eisini í Føroyum) eri eg komin fram til, at ein av teimum góðu setningunum, ein kristin kann liva eftir er at ”tosa sannleika í kærleika” (Ef 4,15 egin umseting).

Ongin vinnur nakað við at tosa niðrandi ella spillandi við ella um nakran, óansæð, hvønn veg tað gongur. Men ábyrgdin er altíð størst hjá honum og henni, ið sigur seg tosa Guðs sannleika.

LES EISINI  Guds ætlan við sex - nýggj bókarøð til børn og ung

Men er tað longur pláss fyri ”sannleikanum”?

Og duga kristin fólk at samskifta um ósemju ”í kærleika”?