Dramastykki: Fylgið mær

Á stórmøtunum í ár, var ein dramabólkur, ið hevði eitt stutt filmsbrot til hvørt møti. Sunnukvøldið varð filmsbrotið, “Fylgið mær”, víst.

Jesus segði við lærusveinarnar: Fylgið mær! Men hvat merktu hesi orðini? Tað er ofta skjótt at misskilja boðini. Vit hava viðhvørt lyndi til at gera okkara leiklut í Guds ríki størri, enn hann er. Eitt stutt dramastykki, ið vísir, hvat tað veruliga merkir at fylgja Jesusi?

Leikarar:

  • Í sofuni frá vinstru: Rakul Ellebye Kjølbro, Hjalmar Waag Arge og Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen.
  • Jesus: Dann Johannesen.

Filmað og klipt: Carsten Fonsdal Mikkelsen.

LES EISINI  Framførsla: Free, amen