Drive-in í Klaksvík

Hóast tað nú ber til aftur at hava møtir í missiónshúsunum, er tað eingin orsøk til at gloyma øll tey væl eydnaðu tiltøkini, sum vóru, meðan alt var stongt.

Fríggjakvøldið høvdu tey ungu í KFUM & K í Klaksvík aftur drive-in møti. Møtið varð hildið beint við virkið, LookNorth, og á skránni var felagssangur og tala. Anton Liljedahl sang eisini, og hann nýtti høvið at framføra ein av sínum nýggjastu sangum, sum hann eisini fyri stuttum hevur spælt inn í einum studio. Eitt vakurt lag, sum fekk mong floyt frá teimum umleið 20 bilunum á staðnum.

 

LES EISINI  Gamalt gull: Ungdómsstevnan 1979
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina