Dýrur longsil

”Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16).

Ein sjómaður, sum sigldi við langfaraskipi, segði fyri mær, at hann hevði sagt við konuna, at hon ikki skuldi ringja til hansara heimanífrá, tí tað var so dýrt, umleið 50 krónur um minuttin. Tað var væl bíligari hjá honum at ringja heim frá skipinum. (teksturin er skrivaður í 2006, red.)

Ein dagin kemur vakthavandi á brúnni spákandi inn í messuna og sigur, at tað eru telefonboð til hansara. Hann rann til telefonina og var sjálvandi fegin um at hoyra málið á konuni. Samstundis segði hann, at hon ikki skuldi ringja, tí tað var so dýrt. Hon svaraði: – Ja, men mær leingist so eftir tær!

Sanniliga, longsil kann verða dýrur.

Nú eru tað ikki bara menniskju, ið kenna til, at longsil kann verða dýrur.

LES EISINI  Eg elski teg!

Dýrasti, djúpasti og størsti longsil, sum til er, er Guds longsil eftir mannaættini, eftir tær. Gud ikki bara ringdi frá himlinum niður á foldina og segði: – Mær leingist eftir tykkum!

Av kærleika sendi hann sín einborna son inn í heimin fyri at leita eftir hinum burturvilsta og bjarga honum. Guds longsil og kærleiki var og er ikki bara orð, men varð hold og blóð í og við Jesusi.

Tí at so elskaði Gud heimin… Hvussu? At hann gav son sín, hin einborna…

Krossurin, sum var eitt tekin um líðing og deyða, er eftir Jesu deyða á Golgata vorðin eitt tekin um kærleika, náði og fyrigeving. ”Tí uttan úthelling av blóði fæst ikki fyrigeving” (Hebr 9,22).

Gudi leingist ikki bara eftir at hoyra málið í tær, men eftir at fevna teg.

Hóast tað, so fær Gud ikki fevnt teg, um tú livir í synd og ikki vilt sleppa henni.

Synd skilir frá Gudi, tí hann er heilagur og rættvísur. Jesus kom í heimin fyri at taka burtur synd heimsins. Á krossinum bløddi hann og rindaði harvið tína syndarokning. Nú kanst tú fáa fyrigeving, um tú játtar syndirnar fyri honum.

LES EISINI  Í dimmum dølum, einki ilt eg óttist.

Jesus er vorðin millumgongumaður millum Guds og mannaættina.

Hann er vorðin sakførari hjá mannaættini fyri Gudi.

Skalt tú sjálvur føra tína sak fyri Gudi, tapir tú og glatast.

Jesus vil verða tín sakførari, tín frelsari, og tað verður hann, við at tú trýrt á hann og tekur ímóti honum. ”Tí at so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara” (Jóh 1,12).

”…til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”

 

Tú kemur ei uttan um Jesus –

hitt dýrasta navnið, ið er,

í lívi, í deyða og dómi

tað einasta navnið, ið ber.

(MS 281)

 

Úr andaktsbókini “Dýrur longsul”, Heimamissiónsforlagið 2006

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina