Ein í rúgvuni

Andrias Magnussen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Fyri nøkrum vikum síðani var Indre Mission í Danmark í brennideplinum hjá donsku pressuni, millum annað Danmarks Radio. Yvirskriftirnar vóru ymiskar, men boðskapurin var tann sami. Tað gongur ikki væl í Indre Mission. Undirtøkan er fallin nógv. Í einum blaði var yvirskriftin: “Triðja hvørt missiónshús stendur tómt.” Síðani var sagt frá einum lokalum arbeiði, har missiónshúsið plagdi at vera fult, men nú vóru bert nøkur fá fólk, sum komu saman.

Hetta er ein greið mynd av, at støðan ikki er góð. Tílík tíðindi kunnu fáa fólk at falla í fátt og geva upp. Vit eru menniskju, og fyri okkum er tað als ikki líkamikið, hvussu nógv vit eru. Vit gleðast, tá ið undirtøkan er góð, og vit gerast kedd, tá ið fá fólk møta upp. Hetta er serliga galdandi í Føroyum, har vit kennast so mikið væl og vita, hvørji tey flestu eru. “Triðja hvørt missiónshús stendur tómt”. Hetta siga hagtølini í Danmark.

LES EISINI  Skermvera ella nærvera?

Í Føroyum hava vit nógv áhugaverd hagtøl. Sunnukvøldið á stórmøtunum vóru umleið 1.000 fólk á møti. Hetta svarar til næstan 1% av fólkatalinum í Føroyum, og tað er sera gleðiligt. Um sami prosentpartur í Danmark hevði møtt upp til eitt møti, so hevði tað svarað til næstan 120.000 fólk.

Tøl eru løtt at arbeiða við, men tey siga ikki allan sannleikan. Í sínum videobloggi hevur formaðurin í Indre Mission, Hans-Ole Bækgaard, nakrar viðmerkingar til sendingarnar hjá DR. Hann vísir á, at undirtøkan fyri Indre Mission í Danmark er fallandi, og at hetta er harmiligt.

Avbjóðingarnar í 2019 eru ikki tær somu, sum tær vóru fyri bara 10-15 árum síðani.

Tí hevur Indre Mission gjørt fleiri broytingar og hevur flutt seg sum rørsla. Innihaldið er tað sama, men formarnir eru broyttir. Samstundis sum hann tekur undir við, at undirtøkan fyri Indre Mission millum danir er fallin, so vísir hann eisini á, at nógv er at gleðast um. Nýggj ungdómsarbeiði eru byrjað fleiri staðni. Fleiri missiónshús eru eisini útbygd, meðan aðrastaðni hava tey bygt nýtt. Formaðurin gleðist eisini um alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt.

LES EISINI  Fýra eginleikar, sum tú skalt leita eftir hjá tínum komandi hjúnarfelaga

Tøl eru løtt at handfara, og tey geva eina greiða ábending um, hvussu hagfrøðiliga støðan er. Men tá ið vit telja og seta upp hagtøl, so kann tað vera so skjótt, at vit gloyma tann einstaka. Ein felagsskapur, líkamikið hvussu lítil ella stórur hann er, er bara ein samanrenning av fleiri menniskjum. Hvørt einstakt menniskja er við til at mynda felagsskapin og hevur tí eisini stórt virði fyri felagsskapin. Tí er tað so umráðandi, at vit síggja hvønn einstakan, soleiðis at viðkomandi ikki bara verður ein í rúgvuni.

Spurningurin um nøgd mótvegis góðsku hevur altíð verið ein av stóru spurningunum. Tá ið tosað verður um ein góðan felagsskap, so er týdningarmesti spurningurin ikki, hvussu nógv eru partur av felagsskapinum. Nei, tann veruligi spurningurin er, hvussu fólkini í felagsskapinum hava tað?

Er Kirkjuliga Heimamissiónin ein felagsskapur, sum er merktur av kærleika til hvør annan?

Er tað Jesu sinnalag, sum eyðkennir Heimamissiónina sum rørslu? Er tað gott at vera partur av hesum felagsskapi? Um felagsskapurin skal vera góður, so er neyðugt, at vit eru góð við hvør annan og taka okkum av hvør øðrum, líkamikið hvussu nógv ella fá vit eru í felagsskapinum. Okkara bøn og tað, sum vit arbeiða fyri, er tí, at Jesu kærleiki og sinnalag má eyðkenna okkara felagsskap, tí tá er tað gott at vera ein í rúgvuni.

LES EISINI  Filmur um Ku Klux Klan lim og veg hansara til Jesus og eitt nýtt lív
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina