“Ein kirkja, sum er nærverandi í líðing og sorg hjá menniskjum, er livandi og verður ikki eitt forngripasavn”
Sviatoslav Shevchuk er erkibiskupur í greskt-katólsku kirkjuni í Ukreina. Seinastu seks mánaðirnir hava sett stór krøv til hansara, sum leiðara í kirkjuni. Í einum brævi til prestarnar í kirkjuni staðfestir Sviatoslav Shevchuk at sorgarleikurin av krígnum hevur sett djúp sár í kirkjuna. Vit fara at hyggja eitt sindur nærri at hvat erkibiskupurin hugsar um tað at vera kirkja og at vera í einum særdum samfelag.
– Fleiri kirkjur eru hersettar og rændar av russum og nógvir limir eru flýggjaðir ella sendir í kríggj. Kríggj er ein víðgongdur lærumeistari, sum ígjøgnum ta pínu og sorg og tey offur, sum kríggið ber við sær hvønn dag, lærir okkum at vera Krists kirkja: Óvikandi at trúgva uppá megina í tí góða, og at liva við virknum kærleika. Sviatoslav Shevchuk vísir á tað arbeiði, sum longu var byrjað í kirkjuni áðrenn kríggið byrjaði.
Í 2021 setti kirkjan sjóneykuna á ymisk evni, sum t.d. tørvin á nærleika, at knýta menniskju saman í eindir, at grøða sálarlig sár og praktiskt uppmerksemi til fátøk og minni vird. Í kirkjuni vóru tey byrjaði at arbeiða við hesum evnum.
– Kríggið skapti ein samanhang, har vit, hvør einstakur, kann hugsa meira um hvat arbeiðshættirnir og hesi høvuðs prinsippini merkja, eins og vit kunnu hugsa um hvørji ítøkilig úrslit og hvørjar gerðir tey hava við sær, skrivar Sviatoslav Shevchuk.
Vit eru kallað at vera ein kirkja í nærleika
Tað hevur týdning fyri hann, at vit minnast til, at Guds kirkja er kallað til at vera nær hjá menniskjum. Hetta merkir, at kirkjan kann vera ein partur av lívinum í nærumhvørvinum og teimum trupulleikum fólkið í Ukreina hevur, men at hon eisini gevur eitt serligt slag av nærleika ímillum brøður og systrar í Harranum um allan heimin.
– Í Ukreina og øðrum londum binda okkara sóknir bond við bøn og stuðli. Vit standa saman um at biðja um frið, bjarging og um hjálp til tey særdu og falnu. Samstundis tekur kirkjan ímóti gávum, finnur sjálvboðin og býtir út neyðhjálp. Kristin spreiða vitnisburðin út í ymiskum londum, og tilvitskan um hvat ukreinska fólkið fer ígjøgnum veksur. Ein kirkja, sum er nærverandi í líðing og sorg hjá menniskjum, er livandi og verður ikki eitt forngripasavn, staðfestir erkibiskupurin í brævinum.
Vit eru kallað at vera ein kirkja, sum lurtar
At vera ein kirkja í nærleika, merkir eisini at vera ein kirkja, sum lurtar.
– At lurta eftir hinum, at hoyra søguna hjá honum ella henni, at góðtaka pínuna hjá honum ella henni – hetta er at vera kirkja í okkara umstøðum, sigur Sviatoslav Shevchuk. Hann hevur eina beinleiðis áheitan á øll, sum arbeiða í kirkjuni, sum eru í samband við menniskju, sum eru ávirkaði av krígnum: – Legg til merkis, at tey týdningarmestu uggandi orðini eru “eg eri við tær!”
Samband, at geva gætur, mannatokki, bøn – hesi eru týdningarmestu amboðini til sálarrøkt.
… tá ið vit nerta við líðingina hjá menniskjum, koma vit aftur í samband við tann upprisna Krist.
Sviatoslav Shevchuk
Vit eru kallað at vera ein kirkja, sum grøðir sár
Ein av týdningarmestu uppgávunum hjá kirkjuni og prestunum í krígstíð, er at arbeiða við sálarløstum og strongd.
– Sárini og sálarløstirnir hjá teimum menniskjunum vit eru kallað at tæna, eru sum oftast løtt at síggja, men onkuntíð eru tey krógvað aftanfyri vreiði og ótta greiðir erkibiskupurin frá.
Hann sær eisini, at kirkjan er særd av líðingini og pínuni frá krígnum. Tí mælir hann til, sum særd menniskju, at minnast til at hyggja at Jesu sárum:
– Í sárum hjá menniskjum kenna vit sárini hjá okkara frelsara aftur, og tá ið vit nerta við líðingina hjá menniskjum, koma vit aftur í samband við tann upprisna Krist. Sárini hjá honum blivu eitt tekin um endaliga sigurin hjá Gudi á syndarinnar myrkri og oyðileggjandi megi.
Vit eru kallað at vera ein kirkja, sum biður um frið og ber vón
Fyrsta ofrið í krígnum er friðurin. Hvønn dag kenna vit pínuna av at fáa ring tíðindi. Men mitt í pínuni er uppgávan hjá kirkjuni at biðja um frið, og at bera vónina í einari myrkari tíð.
Sviatoslav Shevchuk minnir á Jesu orð: ” Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” (Joh. 14:27).
– Vit kristnu eru menniskju við vón. Ikki tí vit vóna at tað verður betri, men tí vit trúgva á Gud og æviga lívið, sum hann bjóðar okkum. “Men vónin ger ikki til skammar, tí at kærleiki Guðs er útheltur í hjørtum okkara við heilagum anda, sum okkum er givin.” (Rom. 5,5).
– Beint ímóti hesum er tað júst henda trúgvin, sum loyvir okkum fult og heilt at uppliva hendingar á jørðini. Frá ævinleikans sjónarhorni er veruleikin í gerandisdegnum ikki kámur. Nei, hann verður heldur klárari tá heilaga virðið hjá hvørjum einstøkum menniskja verður sett fremst.
CFM hevur skrivað. Rósalind Olsen umsetti