Aftur til forsíðu

Ein konsert útseld – VOX hevur eykakonsert sunnudagin

Ein konsert útseld – VOX hevur eykakonsert sunnudagin

Sunnukvøldið 10. november klokkan 20 hevur gospelkórið VOX gospelkonsert í nýggju høllini í Leguhúsinum í Nesvík við sangum hjá amerikanska sangaranum Kirk Franklin. Øll atgongumerkini til hesa konsertina eru seld, og fleiri vilja hoyra tey. Tí skipar VOX fyri eykakonsert sunnudagin klokkan 16. Atgongumerki fyri 200 krónur til konsertina seinnapartin eru til keyps her.

Kirk Franklin hevur skrivað eina rúgvu av gospelsangum. VOX hevur fyrr sungið fleiri av teimum, men á hesi konsertini verða tað mest nýggir sangir, sum kórið ikki hevur sungið fyrr. Tó verða nakrir av gomlu slagarunum við.

Næstseinasta sunnukvøld var høvi at hoyra VOX syngja tríggjar sangir hjá Kirk Franklin á stórmøtinum í høllini í Hálsi í Havn, og tá hoyrdist, hvussu væl uppløgd bæði kór og orkestur eru. Alt møtið sæst og hoyrist niðanfyri (VOX frá 39:19).

 

Undanfarna grein

Mótvegis Gudi eru vit øll eins

Les grein

Sjálvbodna arbeiðið gongur væl - skjótt klárt hjá timburmonnum at byrja

Les grein
Næsta grein
A+