Ein nýggj byrjan

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

August merkir, at summarfrítíðin er av. Skúlarnir og frítíðarítrivini eru byrjað aftur við sínum tímatalvum, og arbeiðið er aftur farið at kalla við sínum evstumørkum. Í summar hevur alt ligið eitt sindur í dvala. Klokkur og tímatalvur hava mist nakað av megi síni í okkara tilveru, og helst er vorðið slakað nakað í krøvunum um kostráð, heilsufótbólt og marathonrenning. Vit hava, sum suðurlendingarnir siga, hildið siesta. Vit hava løtt battaríini og fylt goymslurnar. Alt til sína tíð, segði Prædikarin.

Meðan alt hevur ligið í dvala, hevur onkur ónolla helst sníkt seg inn á okkum. Kanska hava vit hugnað okkum meira enn gott er við góðum mati, ella ólag er komið á náttarsvøvnin. August er tí vorðin eitt slag av einum nýggjum januarmánaði. Nú skulu hasi eyka kiloini av. Nú skal eg fara at íðka oftari og regluliga. Nú fari eg altso at læra meg at spæla klaver. Vit lova bót og bata. Ja, nú skal vend koma í.

Viðhvørt er tað kanska slett ikki so galið, at vit fáa slík ”wake-up-call”. Bara tey ikki streingja okkum óneyðuga nógv. Vit kunnu brúka hesar kenslurnar jaliga.

Sum kristin er tað eisini av alstórum týdningi at vit seta okkum ymiskt fyri. Fyrst og fremst bøn og bíbliulesnað, sum jú er kraftkeldan, og uttan hana røkka vit ógvuliga stutt.

Nú byrjar eisini alt kirkjuligt missiónsarbeiði aftur eftir summarsteðgin. Men hvussu er við okkum? Hvussu umsita vit tær gávur og tey evni, okkum eru litin til? Brúka vit okkara talent og evni okkum eru givin? Ella grava vit tey í jørðina? Hvussu er við tí fíggjarliga partinum? Havi eg skil á, hvussu nógv eg gevi til kristiligt arbeiði? Kundi eg kanska givið eitt sindur aftrat? Á Kristi likami eru vit øll somul limir.

”Eygað kann ikki siga við hondina: ”Eg treingi ikki til tín!” ella høvdið við føturnar: ”Eg treingi ikki til tykkara!”… Men Gud hevur sett likamið soleiðis saman, at hann gav tí ringara størri æru, fyri at tað ikki skal vera tvídráttur í likaminum, men fyri at limirnir skulu hava somu umsorgan hvør fyri øðrum. Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við. Men tit eru likam Krists og limir ein og hvør fyri seg.” (1. Kor 12,21; 24-27)

Kristiligt arbeiði er fyrst og fremst at savnast í Jesu navni. Men kristiligt arbeiði hevur eisini gott av visjónum. Kundu vit hugsað okkum okkurt øðrvísi? Okkurt meir? Okkurt, sum hevði gagnað fólki í júst okkara nærumhvørvi? Áttu vit kanska at farið at hjálpt til í einum staði, har tað ikki gongur sum fótur í hosu? Latið okkum fremst av øllum leggja hesa søk fram fyri Gud í bøn. Latið okkum biðja um veking og vøkstur, og latið okkum biðja um at byrja við okkum sjálvum.

Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu