Ein nýtilig gáva

Herfyri fekk Leguhúsið eitt heimabundið teppi í gávu frá Kirstin G. Høgnesen á Viðareiði. Kirstin er javnan í Leguhúsinum í Nesvík, og hon er sera glað fyri og góð við húsið.

Eitt av fólkunum, sum trívist væl í Leguhúsinum í Nesvík og er glað fyri húsið, er Kirstin G. Høgnesen á Viðareiði. Kirstin er ofta í húsinum til legur og annað, og hon plagar eisini at vera hjálparfólk í køkinum. Herfyri var hon í Leguhúsinum og handaði eitt teppi, sum hon sjálv hevur bundið, í gávu. Jens Pauli í Dali, húsavørður, tók ímóti gávuni, og hann takkar og sigur, at teppið uttan iva fer at verða nógv nýtt. Teppið er bundið á ein hátt, sum nevnist domino-binding.

– Eg eri glað fyri at sita og binda, og eg eri glað fyri at kunna geva hetta teppið til Leguhúsið. Eg blívi so rørd, tá ið eg síggi húsið, og eg eri so góð við húsið og tey, sum eru her.

 

Ein heilsan frá Kirstin

Kirstin vil fegin bera øllum eina heilsan og ein vitnisburð við orðunum úr Rómverjabrævinum 10,9-13:

“Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu. Tí at skriftin sigur: «Hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.» Tí at ikki er munur á Jøda og Grikka; tí at hin sami er harri hjá øllum, fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann. Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.”

– Eg eigi Jesus í mínum hjarta, tók ímóti honum í 2008.