Ein perla til lívið

– Hetta vil eg leggja mær í geyma, og tessvegna vóni eg: Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda; hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans. Mín lutur er Harrin, sigur mín sál, tí vil eg troysta á hann. Góður er Harrin teimum, ið honum bíða, teirri sál, ið eftir honum leitar. Gott er kvirrur at bíða eftir hjálp frá Harranum.

Harmlj. 3,21ff

 Ein mæður skal hava sagt: ”kendi eg ikki hvíldarstaði við Jesu krossarnáði, so kom eg ikki ígjøgnum mítt lívsmyrkur. Visti eg ikki um viðrák inni við land, tá ið mótrákið í lívsstreyminun var harðast, so kom eg ikki á mál!”

Harmaljóðini eru fimm ”sangir”, sum eitt eftirskrift av Jeramias bók og profeturin er uttan yva høvðundur til skriftið. Uttan at fara djúpari inní bíbliuundirvísing og søguliga frágeiðing av Harmaljóðinum, so er hetta tekstir ið verða lisnir í jødiskum synagogum til bestemtan minnidag um tríggjar serligar hendingar í søgu Ìsraelsmanna, nevnuliga ólukkunar tá ið templi fall í ár 586 og so eisini fall hjá seinnra templinum í ár 70 og til minnis um yvirtøku rómverja av jødana sterka festningsverkið Beitar í ár 135 e.kr. Hesar hendinger vóru ólukkur fyri fólkið og tí blívur lisið fra Harmaljóðinum, sum á ein hátt er djúpasta neyðarróp, kúgan, klaga, vónloysi, ja harmaljóð fólkanna, men men, her er meira at siga! Her er eisini vónarrík troyst, tí á Harran kanst tú líta allar tínar leiðir.

LES EISINI  Hirðin kennir seyðir sínar – ella hvussu var tað nú, tað er?

Soleiðis tykir mær boðanarorðið til okkum í dag frá Harmlj.3,21ff er ein perla til lívið, sum mengan kann tikjast tungt, møtimikið og til tíðir trupult at fæta at nøkur størri meining kann verða við øllum!

Her hava vit vitnisburðin frá einum royndum mannalívið, hvar ytri viðurskifti og innaru virðir brótast við hvørt annað. Hvar trúgv, vón og kærleiki stendur sína roynd móti øllum tí sum vil oyleggja og takað mót, vón og áhaldnið fra eini menniskju, meinigheit ella fra einum heilari tjóð!

Her loyvið eg mær at geva okkum øllum hesa áminning: ”Lurta væl og leingji eftir royndum manni og bind frið til skinsemi valdar í sinnið tínum til at handlað hereftir” (sitat Heri J)

Hin royndi profeturin, sum ikki bert bleiv sendir við einum boðskapið, men bleiv líka sum gjørdur til ein boðskap ígjøgnum lívsroyndir og harvið til ein sannan vitnisburð – hann minnir okkum á at leggja okkum í geyma Harrans náði og miskun. Tá hava vit altíð vón ið ber sjálvt um vit missa vónina á okkum sjálvi og næstan.

LES EISINI  - Missiónsvikan í Havn røkkur ikki sínum endamáli longur, tí ganga vit nýggjar leiðir

Mangan verður sagt: ”so leingið tað er lív, so er vón!” men kanska er betur at sige: ”at so leingið vón er á náðina og miskun Guðs, so er lív!”

Legg til merkis at náði og miskun Harrans er nýggj á hvørjum morgni. Halleluja, vit byrjað dagin við nýggjari náði og miskun og vit kunnu gleða okkum og fegnast um henda verðuleika allan dagin, mitt í mótstreymi, líðing, fallið, neyð og tá ið mín egna vón brestir fra degi til dags – so skal eg ikki bíða til kvøldið kemur fyri at folda hendurnar í bøn um fyrigeving o.a. – soleiðis liva mong trúgvandi í dag og tí er stúran og frímóð ofta eyðkenni! Og ein skæl næstan bíða til kvøldandaktin er hildin fyri at trúgva at fyrigevingin og náðin er galdandi bert tá ið eg havið biðið um tað?

Nei, legg tær í geyma at frá morgni av livir tú í og av náði og miskun Harrans, mikil er trúfest hannsara.

LES EISINI  Snildfonir gera okkum býtt ...

Asef sigur í Salm 73,23ff Men eg eri jú altíð hjá tær, tú hevur tikið í mína høgru hond! v24 Tú meg leiðir við tínum ráðum og tekur meg síðan til dýrdar! v25 Hvønn havi eg annars í himni, bert eg eri hjá tær, leggi eg einki í heimin! v26 Um mítt hold forferst og mítt hjarta, er tó Guð mín klettur og mín lutur allar ævir! v27 Tí at teir, ið seg halda frá tær, ganga til grundar, allar, ið tær ótrúgvir eru, tú oyðir. v28 Men mítt góða er at vera Guði nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum.

Stór er tín trúfesti, áh, Gud, mín Faðir, - tað er ei broytandi skuggi hjá tær.
Kærleiki botnleysur, ómáld tín náði; - tú ert hin sami, sum áður tú var.
Stór er tín trúfesti, - stór er tín trúfesti, - nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær.
Alt, ið eg njóti, frá tær er tað komið, - stór er tín trúfesti, Harri, mót mær.

Mín lutur er Harrin, sigur mín sál, tí vil eg troysta á hann. Ver kvirr mín sál, hjálpin frá Harranum kemur…!

Góðan dag í Jesu náði og friði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina