Jesus grætur um staðin

Í Lukas 19,41- 44 lesa vit, at Jesus grætur um Jerusalem, tí hann veit, at við tað at tey akta ikki Guds boð og gera eftir teimum, so fara allar ólukkur at raka staðin. Og tað hendi eisini nøkur ár seinni.
Tey fingu sína vitjanartíð, men tey kendu hana ikki, og tí komu hesar stóru líðingar og vanlukkur yvir fólkið, og staðurin varð lagdur í oyði.

Jesus græt. Kærleikin grætur og hevur sorg, tá hann sær, at menniskju fara at koma út í vanlukkuligar støður, um tey ikki síggja vandan og sleppa sær burtur. Størri kærleikin er, størri er sorgin og gráturin ringur.

Foreldur t.d. kenna væl til at syrgja og gráta um síni børn, sum tey síggja, hóast ávaringar, ganga seg í óføri.

Ein onnur vitjanartíð                          

Jesus hevði stóra sorg og græt um sítt egna fólk, sum ikki vildi akta og fylgja Guds boðum, men vrakaðu bæði hann, Jesus, og hansara boðskap.  Tá menniskju ikki vilja, kann sjálvt Jesus einki gera uttan at gráta um tey.
Nógv man Jesus hava grátið um mannabørnini upp ígjøgnum øldirnar, tí tey vildu ikki fylgja honum men heldur ganga sínar egnu leiðir.

LES EISINI  Løn ella gávu

Tað byrjaði longu í syndafallinum. Adam og Eva livdu í dýrdini í Guds nærveru dag og dagliga. Tey livdu í Guds vitjanartíð, og tey kendu hana. Men so kom ein onnur vitjanartíð, har ein annar óhugnaligur gestur kom á gott við lokkandi lyftum og ósannindum. Og hesa vitjanartíð sótu tey ikki av sær, men tóku við henni til stóra ólukku bæði fyri tey og fyri alla mannaættina.

Nóa, Móses og profetarnir

Á Nóadøgum var heilt galið. Tá mátti Gud oyða mannaættina við vatnflóð, tí syndin var so ovurhonds stór. Nøkur fá bjargaðust.

Móses í síni tíð hevði nógv stríð av hesum óstýrliga fólkinum, sum Gud hevði kallað hann til at føra út úr Egyptalandi. Hetta var Guds útvalda fólk, sum ikki altíð vildi lýða hansara boð. Og tí var tað, at bert nøkur fá teirra, sum upprunaliga fóru út úr Egyptalandi, komu inn í tað lovaða landið.

Profetarnir stóðu mitt í fólkinum og boðaðu Guds orð og boð til fólkið. Men eisini teir fingu stóra sorg um teirra egna fólk, sum ikki vildi lurta og taka við boðskapinum. Og ikki minst kongarnir vóru mangan teir, sum gingu á odda í at dyrka avgudar, og fólkið tók við. Tí gekk eisini mangan illa hjá ísraels fólki – ringar tíðir, fíggindar herjaðu landið, og fólkið varð ført í útlegd.

LES EISINI  Kennir tú sannan frið?

Jesus og lærusveinarnir

Og so kom Jesus, høvuðspersónurin í Guds frelsuætlan. Men hann fekk eingi góð kor. Hóast hann prædikaði og lærdi sum eingin annar, gjørdi undurverk, sum eingin annar kundi, so var tað bara nøkur fá, sum tóku við boðskapinum – ein leivd av fólkinum fylgdi honum.
Lærusveinar hansara fingu heldur ikki góð kor, men teir fóru við boðunum og onnur somuleiðis og toldu nógva mótgongd, men tey góvust ikki so, tí Jesus hevði sent tey at vera hansara vitnir.  tí tey vistu, at Gud fyrr ella seinni fór at senda vekingar. Og tað gjørdi hann eisini.
Lærusveinarnir fingu hesa heilsanina, áðrenn Jesus fór til himmals, at fara út og gera øll fólkasløg til hansara lærusveinar við at doypa tey og at læra tey at halda alt tað, sum hann hevði boðið teimum. Og hann vildi vera við teimum allar dagar alt til veraldar enda.

Tað eru tey korini, sum vit liva undir í dag: at boða gleðiboðskapin um okkara harra og frelsara, so at menniskju koma at kenna sína vitjanartíð og ikki sita hana av sær. Tí tað fer at fáa óukkuligar fylgjur.

LES EISINI  Møti: Statt í ráði Harrans

Øll kunnu taka við boðskapinum og verða frelst, men øll vilja ikki.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina