Løn ella gávu

-Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara. Róm.6,23

Norski presturin Dagfinn Hauge var prestur hjá norðmonnum, sum týskarar tóku undir seinna heimsbardaga, og settu í fangahús á Akershus.
Presturin sigur, millum annað, frá einum ungum norðmanni, sum var farin í hernað saman við týskarum, sum høvdu hersett Norra. Stutt eftir royndi hann at ríma úr tænastuni, men týskarar tóku hann, og fekk hann deyðadóm, sambært týskari lóg.
Dagfinn varð uppringdur, og biðin at koma at vitjað fangan, sum beint frammanundan hevði fingið at vita, at hann skuldi skjótast um ein tíma. Fangin hevði verið til gudstænastu hjá prestinum nakrar mánaðir frammanundan, og tá hevði hann fingið nýggja testamenti og sálmabók, sum hann hevði lisið nógv í.

Í einrúmi segði ungi maðurin prestinum frá sínum syndiga lívið. So tók hann nýggja testamentið fram og blaðaði upp á Rómverjabrævið 6,23, har hann hevði strikað undir orðini:
-Løn syndarinnar er deyði. Hetta er mín lutur! segði hann.
Ja, møguliga, segði presturin, men bað hann samstundis lesa restina av ørindinum. Hann so gjørdi og varð stórliga bilsin tí har stóð: -Men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.

LES EISINI  Møti: Oys út títt hjarta fyri ásjón Harrans

Dagfinn sigur, at í tílíkari støðu, við einum so greiðum orðið úr Bíbliuni, var tað ikki trupult at vera kristiligur vegleiðari, tí Gud kann, vegna Jesu blóð fyrigeva syndir og gloyma tær.

Fegin gjørdist fangin tá Dagfinn fór í prestakjólan og segði, at teir báðir skuldu hava altargongd. Teir bóðu fyrst skriftamálsbønina og Dagfinn boðaði honum fyrigeving syndanna.
Síðani fullu báðir á knæ og tóku ímóti breyðinum og víninum, sum var Jesu likami og blóði. Eftir tað sungu teir sálmin: -So tak tá mínar hendur.

Teir vóru liggjandi á knæ, til týski heryvirmaðurin kom inn, og bað báðar koma við sær. Fangin varð bundin til ein steyra meðan skjúttarnir gjørdu seg klárar at skjóta.
Presturin fór yvir til fangan og styrkti hann við bíbliuorðunum:
-Nú letur tú tænara tín fara í friði, tí eygu míni hava sæð frelsu tína! og – Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær….!
Teir heilsaðust, presturin trein til síðis og skotini dundu.

LES EISINI  Vit vita einki at gera...

Satt er, at tann løn, sum syndin gevur er deyðin. Tann vantrúgvandi fær tí ikki aðra løn enn hana hann/hon hava uppiborið, – glatan, burtur frá Gudi.
Samstundis er tað satt, at náðigáva Guds er ævigt lív, í Kristi Jesusi, harra okkara.

Á roknskapardegnum verður stóri og altavgerandi spurningurin fyri eitt og hvørt menniskja hesin: Skalt tú fáa løn syndarinnar ella náðigávu Guds?
Ákallað Jesus, játtað syndirnar og bið um fyrigeving. Tá fært tú tað, tú ikki hevur uppiborið, men fyrigeving og ævigt lív, vegna Jesus. Takk Jesus!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina