Advent – síðstu tíðirnar
Yvirskriftin yvir hesum avsnitti í Lukas 21 er ”Jesus boðar oyðing Jerusalems og afturkomu sína”
Oyðing er eitt orð sum vit ofta hoyra í okkara tíð, og kanska serliga nú, tá ið kríggja herja so nær okkum. Og tí er tað eitt orð sum vit ofta hava hoyrt í árinum sum nú er fari.
Men oyðing er eitt orð sum okkara Bíblia eisini ofta brúkar.
Versini sum vit hava fyri okkum í dag, eru sera álvarsom. Jesus tosa við sínar lærusveinar, fyrst um oyðing Jerusalems, men síðani hvat skal henda í teimum síðstu tíðunum, áðrenn Jesus kemur aftur.
Vit eru nú traðka inn í eitt nýtt ár. Eitt ár er lagt aftur um, og eitt nýtt óskriva ár liggur fyri framman. Men tá ið eg lesi henda tekstin úr okkara Bíbliu, so sigur hon nógv um tað árið sum fari er, ella kanska skullu vit siga, tey síðstu árinum sum farin eru:
- Tað skal verða tekin í sól og mána og stjørnum
- Tjóðflokkar kvíða í ráðloysi
- Hav og sjógvar bróta
- Menn ørmaktas av ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið
- Skakast skulu himmalsins kreftir
Hetta eru alt setningar sum vit kunnu seta inn í okkara tíð, sum liva í dag, sjálvt um hetta var sagt fyri góðum 2000 árum síðani.
Heimurin stúrir, hann hevur verkir, eymkar seg, tí hann kennir ikki framtíðuna. Og vit kunnu siga, at heimurin ger tað av røttum, tí hesin heimur skal ikki standa við, men forfarast; ”himin og heimur skulu ganga undir” (v33). Tað er eisini tað sum øll granskin sigur okkum. At heimurin sum vit liva á, er í upploysn.
Men hetta eigur ikki at koma sum nakað yvirraskilsi fyri okkum sum trúgva á Jesus Kristus. Okkara Bíblia er sera greið á hesum øki. Bæði persónliga, og hvussu hesi jørð viðvíkir.
Tí er tað at Jesus kemur við hesum sera uppmuntrandi orðum; ” Men tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast” (v28).
Í trúgvni á Jesus Kristus, hava vit eina vón, sum ber yvir allan ótta og stúran, sum hesin heimur ber uppá, tí hjá okkum er tað ein loysn, og tað er ikki ein loysn, sum bara heldur nakrar mánaðir fram, men ein loysn sum heldur til ævigar tíðir.
Loysnin er tann nýggja jørðin sum er ætlan okkum sum hava sett okkara álit og trúgv á Jesus Kristus.
Ja, her í heimi kunnu mangan ótti og stúranir órógva okkum, men lat okkum minnast til, at loysari okkara livir, og hann hevur umsorgan fyri okkum, og vil bjarga okkum, og føra okkum heim í teir ævigu búðstaðir.
Hvat hevur so tað nýggja árið at bjóða okkum?
Jú, í Jesusi Kristi hevur tað trygleika at bjóða okkum. Ein trygleika sum hesin heimur ongantíð kann bjóða, tí hann finst ikki í hesum heimi.
Hesin heimur, fer so leingi Guð loyvir honum at standa, at verða merktur av ótrygleika, ótta og stúran.
Vit biða í Faðir Vár ”komi ríki títt”. Ynskja vit hetta verðuliga, ella er tað bara ein ramsa fyri okkum?
Jesus sigur at hesin heimur skal forganga, tá ið hann kemur aftur í skýnum. Men vit sum trúgva á hann, hava ikki grund til at stúra og óttast, tí tá ið Jesus kemur í skýnum er okkara loysn her.
Jesus signi hetta nýggja árið. At vit í trúgv og áliti á hann kunnu møta einum og hvørjum degi, við hevjaðum høvdi, tí okkara loysnari er livir og er í nánd.
Gleðiligt nýggjár í Jesu navnið.