Er tín stuðul veruliga ein stuðul?

Vilja tit stuðla ukrainum undan krígnum? Tað síðsta, tey hava tørv á eru tykkara gomlu pløgg

Heili fjøll av doneraðum brúktum klæðum liggja nú longu slødd fram við vegunum við Ukrainska markið og eru við at rotna í slavna og váta veðurlagnum, sigur Caroline Gregory, hjálpari í vælgerandi felagskapi. At skipa fyri innsavning av burturbeindum brúktum klæðum fær okkum kanska til at kenna okkum betur, men tað er ikki besti hátturin at hjálpa í eini kreppustøðu.

Kríggj brynjar menniskju, bæði ítøkiliga og í fluttari merking. Tað sær út til at vera liður í menniskjaligum viðurskiftum, at vit hava lyndi til at finna troyst í tí at hava sjónarmið, ið fáa okkum at taka støðu í einari ella hinari leguni í stríðnum. Ótilvitað og ikki óvildig støðutakan merkir, at vit av misgáum styrkja okkara hugsan við at finna fleiri prógv. Vit gera hetta øll uttan at hugsa um tað, eisini eg sjálv.

Í hesum døgum haldi eg tey mest óføru fólkini eru  tey, ið eru opin fyri at broyta meining og hugsanarhátt á týðandi økjum og spurningum – eisini kristin – eftir at hava kannað spurningin meira neyvt og vent aftur til Bíbliuna, og hvat hon veruliga sigur um málið alt meðan biðið verður um innlit. Um tú ongantíð hevur ment títt sjónarmið um eitt givið mál, so sigur tú samstundis eisini, at tín fyrsta niðurstøða um málið ella tín fyrsta niðurstøða um prædikuna, tú hoyrdi um málið heilt avgjørt vóru 100% eftirfarandi. Eg meti hetta vera ikki bara ósannlíkt og býttisligt, tað er ógjørligt at hava tað innlitið, uttan so, at tú ert Gud.

Tað slagið av hjálp, ið veruliga ger mun er nógv meira keðilig, trupul og kostnaðarmikil

Eg ímyndi mær oftani at koma til himmals og har spyrja Gud: “Hvussu er rætti hátturin at fremja altargongu?” har Gud bert smílur. Vit vita, at har eru nakrir avgjørdir og absoluttir sannleikar. Vit vita eisini, at ikki er neyðugt og ei heldur gjørligt hjá okkum at broyta og minka um Gud fyri at fáa Hann at hóska inn í okkara menniskjaliga kassa og skil. Bíblian ger tað klárt fyri okkum, at Gud er nógv meira áhugaður í, hvussu vit liva, tá vit gerast partur í stríðsspurningum og at vit ikki tá í sama viðfangi forkoma lógum hansara viðvíkjandi kærleika og friði.

Hvat um kríggj?

Men hvat hevur hetta við kríggið í Ukraina at gera? Hesar síðstu tvær vikurnar havi eg sæð, at flestøll fólk stuðla Ukraina og teirra stríði ímóti innrásini og russum. Bara fyri at sláa tað heilt fast, so eri eg fult og heilt á tí ukrainsku síðuni.

Ein minniluti hevur kortini roynt at draga inn onnur mál viðvíkjandi hesum sama, men úr einum heilt øðrum sjónarhorni, einum sjónarhorni, ið forkastar øll verk, ið koma úr vesturheiminum, ein gerð, ið ofta gongur undir heitinum “whatabotuery”. Hesin ørkymlandi og tilgjørdi atburður sleppur sær undan at loysa trupulleikar við at peika á aðrar trupulleikar, eitt listabragd, Trump nýtti og dámdi væl sum forseti, og ein teknikkur, politikkarar vanliga nýta. Tá politikkararnir verða spurdir um feilir og skeivleikar hjá teimum sjálvum, svara teir spurningin við at peika á eitthvørt, mótparturin hevur gjørt ella hevur forsømt at gera og fáa á tann hátt vendir hann spurninginum frá sær sjálvum.

Gremjanir og ákærir hava snúð seg um mátan, Ukraina hevur handfarið Donbas landslutin, íroknað høgra-vendu gerðirnar hjá illa gitnu Azov herdeildini(seinni innlimað í ukrainsku Tjóðarhyrðuna) til vestligt hykl at gera innrás í onnur lond. Floymurin av stuðli og hjálp til Ukraina heilt frá vanligum fólki til fólk úr landsins hægstu rókum standa í skerandi andsøgn við manglandi atlit mótvegis flóttarfólki úr øðrum stríðsøkjum, sum hava líka stóran rætt og tørv á hjálp, ja helst meira, verður sagt.

Ein nuanserað støðutakan

Eg haldi, vit kunnu saktans hava okkara iva um nakað av tí, ukrainar mega hava gjørt meðan vit eisini halda fast um at fordøma innrás Russlands. Vit kunnu vera ósamd um stóra munin á svarinum frá Evropa og Stórabretlandi yvirfyri hesi kreppuni samanborið við aðrar kreppur og onnur kríggj, men kortini stuðla arbeiðinum at taka væl ímóti ukrainskum flóttafólkum. Sum tann fjølbroytta veran vit í veruleikanum eru skapt sum, so gav Gud menniskjanum ein heila, ið eisini er førur fyri at síggja nuansur og frábrigdi.

Fyri stutt síðani upplivdi eg hugin og viljan til at halda við og seta meg fasta hjá tí eina partinum, nakað eg sjálv persónligt eri sek í. Tað at kenna seg hjálparleys yvirfyri roynslunum hjá ukrainum hevur fingið fólk til at svara og reagera upp á mátar, ið ikki neyðturviliga eru til stórvegis hjálp, kanska heldur tvørturímóti. Bólkar og einstaklingar við stórt sæð ongum royndum í hjálpararbeiði eru byrjað at savna inn stórar mongdir av klæðum, mati og leikum. Eg skilji væl neyðina eftir at vilja hjálpa. Men tíverri er innsavningarbylgjan farin í gongd og er hon trupul at steðga aftur. Menniskju hava lagt orku í hetta. Tey hava rópt upp teirra staðbundna samfelag, eru vorðin bilsin um stórfingna stuðulin gjøgnum sosialu miðlarnar og eru vorðin ovfarin og spent um stóru rúgvurnar av lutum, ið floyma inn til flóttarnar og hava soleiðis kent surrið, vit øll fáa, tá vit hjálpa øðrum.

Innsavnan av klæðum er ikki bert nyttuleys, men skapar í veruleikanum álvarsligar trupulleikar. Á nógvum støðum hesi seinnu árini havi eg verið vitni til trupulleikarnar, ið standast av ógvisligu rúgvunum av donatiónum og í hesum førinum er tað enn minni hóskandi. Ein ukrainsk mamma, sum ber allar hennara ognir í trimum kuffertum, meðan hon samstundis roynir sítt besta at leiða síni børn, steðgar ikki á við markaskilið fyri at samla upp pløggini hjá gamla abba tínum, ið skuldi havt verið latin endurnýtsluhandli fyri 15 árum síðan.

Heil fjøll av gávum, har størstiparturin av teimum bert kann nýtast at koyra á ruskplássið ella í endurnýtsluhandil, eru savnað saman í stórar rúgvur í hallum, kirkjum og bilhúsum kring Evropa. Framvið vegnum við ukrainska markið liggja hesar rúgvur nú og rotna í regni og slavnari luft. Lastbilar á tremur við neyðhjálp standa fastir við markið. Stórir og smáir NGO’arar, eins og statsligir stovnar og sendistovur hava bønað fólk at steðga. Kortini heldur floymurin á at rulla…

Geva tað tað kostar

Kostnaðurin fyri at handfara hesa hjálp, tíansheldur at flyta hana, er risastórur. Milliónatal av tímum og oljulitrum verða oyddir burtur í royndum okkara at savna gávur inn, sortera tær og skipa fyri flutningi víðari. Hugsið tykkum til, hvat gott hesin peningur kundi verið nýttur til, um hann varð nýttur rætt.

Tíverri er tann hjálp, ið veruliga munar nakað nógv meira keðiligt, trupult og kostnaðarmikið. Bíblian eggjar okkum at hjálpa við at geva og ofra, og offur førir við sær kostnað – tað veri seg peningur, tíð, orka, ja sjálvt persónligan sakn og frið. Tað inniber eitt ávíst kanningararbeiði, at skriva til politikkarar, at rópa upp, at nýta politiskt trýst, fáa til vega pening, nýta tíð til at finna út av, hvørjir felagsskapir hava bestu úrtøkuna og fáa mest frá hondini á munagóðan hátt og endiliga at fáa tey at vakna upp, sum hava sligið seg til tols við bert at hjálpa á ein hátt, ið so kanska als ikki er nøkur hjálp.

Í veruleikanum er tað djúpt óbíbilskt bara at pløga fram við eini kreppuhjálp, ið gevur tað, sum í roynd og veru ikki er nakar tørvur á: “gevur tú svongum breyð títt og mettar eina maktaða sál, …” Jes.58,10 er nakað heilt annað enn “at geva teimum bitarnar av toppinum av restini, sum tú ikki sjálvur vilt hava.”

Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Guð elskar glaðan gevara.
2.Kor.9,7

Hava tað besta uppiborið

Fyri mongum árum síðani gav ein framløga frá International Justice Mission(IJM) mær stórt innlit í viðurskiftini, og serliga eitt innlegg havi eg ongantíð kunna gloymt: IJM roynir at geva ofrum fyri trælahandli bestu rættarhjálpina, tey kunnu. Viðskiftafólk verða ikki bert kastað í hendurnar á praktikkantum uttan royndir og pensjoneraðum sakførarum, ið hava ovmikið av tíð, men sum ikki eru fylgdir við menningini á lógarøkinum í okkara tíð.

Tað gevur bestu meining hjá mær. Tey sum eru í ringastu umstøðunum hava sjálvandi uppiborið tað allarbesta, vit kunnu bjóða, ikki okkara “avlagda og niðurslitna”. “Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Guð elskar glaðan gevara.” stendur at lesa í 2.Kor.9,7 Ikki ein, ið gevur tað, ein ikki sjálvur ynskir at hava. Tá tey vælgerandi, eg skipi fyri, skilja sundur innkomnu gávurnar, so biðja vit tey sjálvbodnu umhugsa: “Ynski eg at fáa eitt slíkt til meg sjálvan ella til mítt barn?” og hetta er tað avgjørt minsta.

Ver ikki stúrin fyri at hjálpa í eini søk, hóast ikki alt er fullkomið. Onki er fullkomið í einum falnum heimi. Stúr ikki fyri at fortelja kirkju tínari ella øðrum, at tit áttu at steðga at savna inn klæði, hóast tað er tað, tey altíð gera og hava gjørt, og greið síðan frá hví. Ver ikki óttafull at broyta støðu.

Premier Christianity. Caroline Gregory

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina