Eingin lissir Guds náði

Rættið tí máttleysar hendur og viknað knø, og stígið bein spor við fótum tykkara.

(Hebr 12,12)

Tað fylgir við, tá árini koma, at vit av og á kunna gerast svimbul. Tú fert á føtur um morgunin, og áður enn teg varir dettur tú uttan at vita, hvussu. Tú stígur úr bili tínum og fer skirvisliga til gongu, so tey, ið síggja teg, halda teg koma úr onkrum gildi og hava drukkið í meira lagi. Tað er ein av óteljandi smeitum sum fylgja við, tá ein er vorðin gamal.

Orðið, vit lósu í Hebrarabrævinum, ávarar okkum: Tað, sum tær berst fyri likamliga, linar hendur, máttleys knø, ikki at kunna ganga, sum tú ert vanur, uttan góðum stavi við gummihólki.  Eisini andaliga, er vandi á ferð. Tað týdningarmesta er tað, “at eingin lissir Guds náði!” (Hebr 12,15) 

Lívið saman við Gudi, er, sum sungið verður í einum donskum sálmi: ‘..langs med svælget vejen går’. Ella Søren Kierkegaard: Tað er sum at vera einsamallur í báti úti á 70.000 favna havdýpi; tað er hvørki meira ella minni, eitt antin ella. Annaðhvørt trúgvandi ella vantrúgvandi. Annaðhvørt lýdni ella ólýdni.

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 18

Tí ein sterk áminning frá Paulusi ápostuli í (2 Kor 13,5) “Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni; roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki á tykkum sjálvum, at Kristus Jesus er í tykkum? Tað skuldi so verið, at tit ikki standast prógvið.” At gerast gamal og svimbul og vera ótryggur á beinunum, tað kann ein einki gera fyri. Verður tær tað fyri andliga, so er tað tín egna skyld. “Tín keppur og stavur teir ugga meg,” sigur Dávid við Gud í Sálmi 23. Liva vit lívið óregluliga, tá er tað orðsins studnastavur, vit hava gloymt at líta á.

“O, lær meg, Gud, at vilja tað, tú vil, halt trúar veingin uppi, tá hann dalar; meg aga bert, men gev mær náði til at boyggja meg og tiga, tá tú talar.

Hms. 433,6

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina