– Eingin nýtist at sita einsamallur jólaaftan

Fyri sjeyndu ferð skipar KFUM&K í Klaksvík fyri jólaaftanshaldi fyri tey, ið tørva onkran at halda jól saman við. Tað er Pól Johannessen, trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum skipar fyri saman við konuni og børnunum. KFUM&K og tey, ið ganga har, stuðla eisini tiltakinum við hølum, gávum og praktiskari hjálp, eins og fyritøkur eisini fegnar vilja stuðla.

Fyrimyndin fyri tiltakinum var jólaaftanshaldið, sum KFUK í Havn hevur skipað fyri í mong ár, og á skránni er alt tað, sum hoyrir einum jólaaftanshaldi til, og eitt sindur afturat. Fólk hava tikið væl ímóti hesum møguleika, og børnini hjá trúboðaranum trívast eisini væl við einum eitt sindur øðrvísi jólaaftan enn javnaldrarnir.

– Jólini hava stóran týdning, tí Jesus varð føddur, og øll vilja vera saman við sínum kæru, men summi stúra fyri jólunum, tí tey hava kanska ikki so mong rundanum seg. Tí vilja vit fegin gera okkara til, at tey, ið ynskja tað, kunnu fáa ein hugnaligan jólaaftan saman við okkum, sigur Pól millum annað í samrøðuni.

LES EISINI  Er munur á kristnum og gudleysum jólum?

Jólaaftanshaldið í KFUM&K í Klaksvík er ókeypis, og ein teknar seg við at ringja til Pól á telefon 212480. Freistin er 22. desember.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina