Eitt gullnám av góðum og uppbyggjandi talum

Undirvísingartímarnir á bíbliuskeiðnum í august vórðu fyri kortum lagdir út á talusavnið á mission.fo. Har koma teir afturat einum hópi av góðum og uppbyggjandi talum við dugnaligum talarum. Seinastu mongu árini er frálæran á bíbliuskeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í august tiknir upp, og tey seinastu árini eru tey løgd í talusavnið.

Sostatt er hetta eitt satt gullnám av góðari læru og evangeliskari boðan. Til ber at lurta beinleiðis ella at taka taluna niður á egna teldu ella telefon. Eitt nú hava summi missiónshús brúkt talur úr talusavninum til bíbliutímar í húsinum. Tað kunnu vera talur hjá Svein Granerud, Leif Andersen, Wilson Goeda, Torleif Johannesen, Johnn Hardang ella øðrum. Tað einasta, ið krevst, er ein lítil hátalari, sum kann verður knýttur at snildfon, teldli ella teldu.

Nýggjastu talurnar eru sum nevnt frá bíbliuskeiðnum í august í ár, tá Robert Bladt gjøgnumgekk høvuðstættir í kristnu trúnni. Ein finnur talusavnið við at trýsta her.

LES EISINI  Jóannis Fonsdal: Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina