Eitt nýtt stórmunandi ættarlið 

Seinastu 50 árini er norska samfelagið stigvíst farið burtur frá Gudi og frá kristnum virði. Tað haldi eg, flestu eru samd í.  

Gongdin hevur verið skiftandi men tó við somu kós. Frágreiðingarnar eru alkendar. 68-uppreisturin bar við sær eina bylgju av mótstøðu móti kristindómi og eina spakuliga kollvelting í samfelagnum. Í hesum tíðarskeiði eru vit farin frá, at kristnir sannleikar vóru felagsogn hjá norðmonnum, til at kristindómur er vorðin marginaliseraður (útjaðari) – og kristin sjónarmið kriminaliserað (brotsverk). 

Men tað, sum vit tosa minni um, ið veruliga átti at havt áhuga okkara, er at kristna kirkjan hevur verið fyri javnsettari gongd. Meðan samfelagið er vorðið meiri avkristnað, eru meinigheitirnar eisini vorðnar ávirkaðar og frælslyntar (liberaliseraðar). 

Hetta hevur millum annað borið við sær, at kristnar meinigheitir og trúarsamfeløg sita saman og í ramasta álvara leita eftir einum vegi, har tey sum kirkja kunnu vælsigna nakað, Gud í reinum orðum kallar synd, fleiri ferðir í bíbliuni. 

LES EISINI  Oktoberlegan: Útsett enn einaferð

 Hjá nøkrum okkara er tað eitt sindur óveruligt at vera eygnavitni til nakað av tí, sun hendir innan kristniheimin . Og tá tú sært hvussu henda liberalisering hevur gingið í beinari linju frá ættarliði til ættarlið síðani 70-árini, kanst tú gerast stúrin – tí hvat fer tá at henda komandi ættarliði? 

Tað er her, góðu tíðindini koma 

Tað eru greið tekin um eina mótkollvelting í næsta ættarliði 

Ættarlið Z  

Ættalið Z er navnið á teimum sum eru millum 10 og 25 ár. Og har hendir ein veking. Tað er ein rørsla, sum ikki vil góðtaka lutfalsligu gerðingina ( relativiseringina) hjá foreldrum og ættarliðnum frammanundan av boðskapinum. Tey vilja aftur til bíbliuna. 

Tey vilja finna Guds aðalkrav og boyggja seg fyri tí. 

Eitt gott dømi um hetta, eru teir ungu menninir, sum hava funnið saman á bíbliuskúlum og framhaldsskúlum seinasta árið. Teir nevna seg hermenn. Uppkastið er ment av einum av lærarunum á Kristen Vidergående Skole í Lyngdal Andreas Kjøndal.   

LES EISINI  Føroyingar fara á TeenStreet í Spania

Sambært dagblaðnum Dagen hevur hetta spjatt seg til Bildøy bíbliuskúlan, Tryggheim, Drottningborg, Øya, Framnes, Gå Ut depilin í Tróndheimi og Sagavoll fólkaháskúlan. 

Hvat gera tey? 

Tey hittast eina ferð um vikuna til bíbliulesnað, bøn og játtan. 

Á KVS í Lyngdal hevur hetta verið ein partur av eini veking millum næmingarnar. Tað er upplívandi men ikki óvæntað. Bíbil, bøn og játtan eru kveikjarar fyri veking. Soleiðis hevur verið altíð. 

Spurningurin komandi, tá tey sum í dag eru næmingar boyggja seg fyri Gudi í stórmunandi eftirfylging, verður: 

Hvat hendir við okkum sum foreldur? 

Vilja vit lata okkum hugkveikja av teimum sum til ein liberalan, kraftarleysan og útarmaðan boðskap, siga nei? At tey verða tað ættarliðið, sum vendir aftur til bíbliuna og eitt heilagt lív? 

Skrivað hevur Bjarte Ystebø, leiðari í Kristen Media Norge 
Týtt hevur Gunnar Reynslág 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina