Endaðu við pitsakvøldi
-Sjómanskvinnuringurin hevur, eins og annað kristiligt og tímiligt arbeiði, verið merktur av korona.
Vit høvdu tí ikki verið saman í góðar tveir mánaðir og vóru sjálvsagt keddar um tað. Nú landið læt upp aftur, og fólk aftur kundu savnast – tó í frástøðu og øðrum fyrivarni, hildu vit, at møguleiki var fyri at enda veturin við einum hugnakvøldi í Meinigheitshúsinum,- tað sigur Sólrun Poulsen, forkvinna, fyri sjómanskvinnuringin í Havn.
-So vit avgjørdu at savnast mánakvøldið 25. mai, og vit vóru 23 kvinnur. Tað var bæði hugnaligt og stimbrandi at síggja allar aftur. Á skránni fyri kvøldið var sangur, andakt, prát og hugni. Vit høvdu keypt okkum pitsa, sum vit ótu í felag, og hýrurin var góður. Eisini fingu kvinnurnar høvi at siga frá, hvussu korona hevði ávirkað lív teirra. Kunnað varð eisini um ymiskt, sum verður á skránni í heyst. Sjómanskvinnuringurin fer nú í summarfrí og byrjað verður aftur, um Gud vil, og vit liva, í september, sigur Sólrun Poulsen.