Endurnýtsluhandilin hjá Bláa krossi letur upp í dag

Mynd: Dakko Petersen, aðalskrivari í Bláa krossi og Rannvá Langgaard, samskipari hjá Bláa krossi í Norðoyggjum

– Talan er um góð klæðir til allar aldursbólkar, vit hava okkurt til øll, sigur Rannvá Langgaard sum er samskipari hjá Bláa krossi í Norðoyggjum

Í dag klokkan 13.00 letur nýggjur endurnýtsluhandil í Klaksvík upp. Tað er Blái Krossur sum stendur aftanfyri, skrivar Norðlýsið.

Vit eru sera takksom fyri stóra stuðulin, vit hava fingið frá fólki og vinnu, sigur Dakko Petersen aðalskrivari í Bláa krossi.

Tað eru nógv fólk, ið ynskja at kunna endurnýta klæðir, tann grøni tankin og tey kunnu harumframt fáa klæðini fyri ein bíligan penga, sigur Rannvá.

Fólk eru vælkomin at lata klæðir inn til okkum. Alt arbeiðið her er sjálvboðið, og fólk eru eisini vælkomin at hjálpa til í endurnýtsluhandlinum. Tað er bert at seta seg í samband við okkum, sigur Rannvá Langgaard.

Allur peningurin fer til fyribyrgingararbeið hjá Bláa krossi millum børn og ung, upplýsir Dakko Petersen

LES EISINI  Móttøka á Blákrossheiminum í dag

Vit lata upp í dag klokkan 13.00 og aftur fríggjadagin. Síðani lata vit upp í januar, sigur Rannvá Langgaard við Norðlýsið at enda.

Kelda: Nordlysid.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina