Enn eru pláss eftir á GLS
Stóra altjóða leiðsluráðstevnan GLS (Global Leadership Summit) verður fríggjadagin og leygardagin í næstu viku í Norðurlandahúsinum. Umleið 310 hava teknað seg, so tað eru 60-70 pláss eftir enn, áðrenn fult er.
Fyrsti fyrilesturin verður klokkan 9 fríggjamorgunin, og á gls.fo ber til at lesa meira um talararnar. Umframt tíggju røðarar á enskum máli við føroyskum teksti, eru tvey føroysk innsløg í ár. Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali, heldur ein fyrilestur, og samrøða verður við Janus Thomsen, stjóra í Effo.
Til ber at tekna seg, heilt til stevnan byrjar næsta fríggjadagin, men einans so leingi pláss eru eftir. Ein teknar seg á tilmelding.fo ella við at senda ein teldupost til gls@gls.fo Kostnaðurin er 1.400 krónur fyri tveir dagar, íroknað frálæra, tilfar og máltíðir.