Enn eru pláss eftir til leiðsluráðstevnuna um vikuskiftið

Fríggjadagin og leygardagin er árliga leiðsluráðstevnan Global Leadership Summit í Norðurlandahúsinum, og enn eru pláss tøk. Ráðstevnan er ætlað leiðarum á øllum støðum í samfelagnum, eitt nú í familjuni, í skúlanum, á arbeiðsplássinum og/ella í kirkjuni/samkomuni.

Tilsaman tíggju fyrilestrar og samrøður verða á ráðstevnuni. Átta teirra verða vístir á stórskíggja og eru á enskum máli við føroyskum teksti, og tvær røður/samrøður eru “live” við føroyingunum, Tóru við Keldu og Hildu Viderø.

Røðararnir á ársins GLS-ráðstevnu

Her ber til at tekna seg.

LES EISINI  Tíðindaskriv: GLS 2021 avlýst!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina