Eri eg tann, eg eri, ella?

Torleif Johannesen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hvør eri eg? Eri eg tann, sum mamma, pápi, systkin, familja og vinir siga, at eg eri, og tann, sum dóps- ella navnabrævið og passið siga, at eg eri?

Eri eg tann, sum eg á føðideildini eri skrásettur at vera, ein drongur, ella genta – alt eftir hvat kroppurin avdúkaði, tá eg kom úr móðurlívi?

Ella eri eg bara einfalt tann, eg føli meg at vera her og nú?

Hvat um eg eri drongur, men føli meg sum eina gentu, ella øvugt?

Ella hvat um eg føli meg hvørki at vera drongur ella genta, men okkurt annað?

Hesir og líknandi spurningar eru ikki nýggir. Kortini sær út til, at fleiri og fleiri spyrja hesar spurningar, samstundis sum fleiri og fleiri traðka fram og siga, at tey ikki eru tey, tey hava verið – men onkur annar. Her kundu fleiri fólk verðið nevnd.

Jú kendari hesi fólkini eru, jú størri iva kann tað skapa í sinni manna um, hvørji tey sjálv eru.

Nú eru tað eisini fólk, sum í álvara tosa um, at sjálvt smá børn skulu kunna avgera, hvat kyn tey eru ella vilja vera – og harvið samleika sín.

Skulu nú fleiri túsundaára gamlir lívfrøðiligir sannleikar vrakast fyri tíðarrákinum?

Genta ella drongur

Fyri stuttum kundi lesast um ein kvinnuligan hondbóltsleikara, sum var væl størri og sterkari enn hinar genturnar. Viðkomandi var upprunaliga ein drongur, men kendi seg ikki væl sum drong og valdi tí at gerast ”genta”. Harvið slapp ”hon” á eitt kvinnuhondbóltslið. Men var hon ein hon ella ein hann, ella hvør var hon ella hann?

LES EISINI  Amerikanskir læknar vísa aftur, at eitt triðjakyn er

Mál hava eisini verið umrødd í fjølmiðlunum, har fólk vildu vera yngri enn tann aldur, tey vóru, tí tey føldu seg yngri. Minnist meg rætt, tapti viðkomandi sakina, tí føðidato er eittans, óansæð hvat kenslur ella fólk siga.

Sanniliga, lívið er ein avbjóðing, bæði hjá mær sum dreingi og manni, hjá gentum og kvinnum og hjá teimum, sum ivast í, hvørji tey veruliga eru.

Men er tað trupult at vera tey, vit eru skapt at vera og viðhvørt tørva serkøna hjálp til tað, so er tað óivað truplari at vera tann, vit gera okkum um til at vera.

Tí eru tað eisini fleiri, ið hava skift kyn og samleika, sum vilja fáa sítt upprunaliga kyn og samleika aftur, tí tað var eitt mistak.

Segði passið rætt?

Fyri stuttum skuldi eg skriva meg inn til ein flogtúr. – Tú ert innritaður, segði kvinnan aftanfyri diskin og rætti mær passið aftur.

– Nei, segði eg. – Jú, segði hon. – Nei, segði eg aftur. – Eg eri ikki innritaður, tí eg eri júst komin á flogvøllin. So var ringt til hægri myndugleikar, og eg varð innritaður og fekk boardingpass.

Tá eg skuldi gjøgnum trygdareftirlitið, vildi tólið ikki góðkenna boardingpassið, og portrið var verandi afturlatið.

– Tú hevur verið ígjøgnum eftirlitið, segði daman, sum sat við síðuna av. – Nei, segði eg. Eg vísti henni boardingpassið, og hon eisini at ringja.

LES EISINI  Sagdur úr starvi fyri at siga, at kyn er lívfrøðiligt

Eg slapp so ígjøgnum, men eftir einum umvegi.

Tá eg stóð í bíðiraðnum og skuldi umborð á flogfarið, kom daman, sum innritaði meg, við einum nýggjum boardingpassi.

– Hetta er tað rætta, segði hon. Hon var fálig, og tí spurdi eg einki. Kortini fóru tankarnir í sving, og spurningarnir stungu høvdið fram:

Var eg ikki tann, eg í passinum eri skrásettur at vera? Ella var tað ikki eg, men ein annar, sum stóð har í jakka, kovboybuksum og renniskóm í bíðiraðnum? Var eg ikki eg?

Trupulleikin hjá teimum var óivað tann, at ein persónur, sum hevði næstan sama navn sum eg, var innskrivaður sum eg.

So var eg kortini eg, sum mamma, pápi, familja, passið og so framvegis segði.

Skaptur sum eg

Hóast eg ongantíð havi teknað meg til ”Mr. Føroyar”, so kann eg taka undir við Dávidi, sum fyri umleið 3.000 árum síðani, takkandi og undrandi, skrivaði um Gud:

”Tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi! Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit. Bein míni vóru ei fyri tær huld, tá ið eg varð gjørdur í duldum, myndaður í jarðardjúpum. Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til.” 1)

LES EISINI  Sagdur úr starvi fyri at siga, at kyn er lívfrøðiligt

So eri eg eg – og ætlaður til tað. Í kærleika skapti Gudi meg gjøgnum míni foreldur – til ásetta tíð. Føddur sum ein syndugur drongur og endurføddur við dópi og trúgv á Jesus. Eg eri eitt fysiskt menniskja, samstundis sum eg livi í andanum trúarinnar nýggja lív – og eri harvið eisini kristiligur/andaligur.

Eg kenni (føli) meg sum syndara, sum kortini er elskaður av Gudi. Tá eg tí játti syndirnar fyri honum, eigi eg fyrigeving vegna Jesu blóð. 2)

So eri eg eg og kenni tað rætt, tá eg kenni meg sum syndara – føddan av kvinnu. Samstundis eri eg eg og kenni tað rætt, tá eg trúgvi á Jesus og kenni meg reinsaðan í blóði hansara – føddan av Gudi.

So eri eg eg, tá eg eri foldarborgari, samstundis sum eg í trúnni á Jesus eri himmalborgari.

Jú, lívið er spennandi her og nú, ”Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum.” 3)

Lívið verður spennandi um ævir, tí Jesus segði: ”Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.” 4)

 

1) Sl 139,14-16.          2) 1 Jóh 1,9.          3) Ef 2,10.          4) Jóh 11,25.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina