Sagdur úr starvi fyri at siga, at kyn er lívfrøðiligt
ONGLAND: Eftir 26 ár sum lækni í bretska heilsuverkinum varð David Mackereth sagdur úr starvi í juli mánaði, tí hann heldur uppá, at kynið er lívfrøðiligt, skrivar Tro & Mission.
55 ára gamli læknin er baptistur og sannførdur um, at ein verður føddur sum antin maður ella kvinna. Hann sigur, at hann er sagdur úr starvi orsakað av síni átrúnaðarligu sannføring. Mackereth, sum var lækni í Dudley uttanfyri Birmingham, vísir aftur, at hann nakrantíð skal hava noktað transkyndum viðgerð, men hann heldur ikki, at hann við góðari samvitsku kann brúka persónlig fornøvn, sum best ber til.
– Mítt endamál er ikki at gera fólk í ringum lag. Men um tað er orsøk til uppsøgn, haldi eg, at vit sum samfelag eiga at hugsa um, hvagar vit eru á veg, sigur hann.
Málið byrjaði, tá Mackereth var í ferð við eina eftirútbúgving til eitt starv, har hann skuldi tosa við fólk og skriva frágreiðingar um heilsustøðuna hjá fólki, sum søktu um almennan stuðul. Tá vegleiðari hansara segði honum, at hann í frágreiðingum sínum bara mátti vísa til klientin við tí fornavni, sum klienturin sjálvur ynskti, var Mackereth ósamdur.
– Eg varð spurdur, um eg vildi kalla ein persón ‘frúa’, um viðkomandi bað meg um tað, hóast eg týðuliga sá, at viðkomandi var ein maður. Eg svaraði tríggjar ferðir, at ‘sum ein kristin kann eg ikki gera tað við góðari samvitsku’, og síðani varð mín sáttmáli uppsagdur, sigur hann.
Hann leggur afturat, at hann iðrar seg ikki um tað, sum hann gjørdi, hóast hann misti starvið.
– Eg hevði brúk fyri starvinum, men eg havi meira brúk fyri Kristusi, sigur hann.