Amerikanskir læknar vísa aftur, at eitt triðjakyn er

Tann hugsanin, at tað eru fleiri flokkar av kynum, er “ideologisk og politisk aktivisma”, siga læknafakligir bólkar í USA.

USA eigur ikki at fylgja øðrum londum og víðka flokkin av góðkendum kynum til at fevna um annað enn “maður” og “kvinna”. Tað halda formenninir í fýra amerikanskum læknafakligum bólkum, sum í einum felags brævi stutt fyri jól heittu á Donald Trump, forseta, um at staðfesta í lóggávuni, at kyn ikki broytist og burturav snýr seg um lívfrøði.

– Kynið verður grundað í gitnaðinum, gevur seg til kennar í lívmóðrini og verður váttað í føðingini, skriva tey í brævinum, sum er stílað til virkandi løgmálaráðharran Matthew Whitaker, heilsumálaráðharran Alex Azar og kenslumálaráðharran Betsy DeVos.

Brævið kemur í kjalarvørrinum av, at tað kom fram í oktober í fjør, at stjórnin hjá Trump umhugsar at smalka allýsingina av kyni til burturav at vera ein spurningur um, hvørjum kynsgøgnum tann einstaki/a verður fødd/ur við. Júst hvussu kyn verður allýst, er eitt hart samleika- og virðispolitiskt stríð um í USA, og bólkar, sum umboða transkyndar amerikanarar, halda uppá, at ætlanin hjá stjórnini fer at gera persónar, sum ikki kenna seg sum sítt lívfrøðiliga kyn, til minniverdar borgarar.

LES EISINI  Eri eg tann, eg eri, ella?

Teir fýra læknafakligu bólkarnir – American College of Pediatricians, the American Association of Pro-Life Obstetricians and Gynecologists, the Christian Medical and Dental Association og the Catholic Medical Association – verða allir mettir at vera konservativir sosialt og umboða meira enn 30.000 læknar og onnur heilsustarvsfólk í USA. Millum tey, ið hava skrivað undir brævið, eru eisini fleiri konservativir løgfrøðiligir bólkar, umframt granskarar, sálarsjúkulæknar, heimspekingar og bioetikarar.

Í brævinum seta tey seg upp ímóti, at kyn kann vera ein subjektivur samleikaflokkur. Tey vísa eisini aftur, at tað at tað eru sonevndir millumkyndir persónar, sum verða føddir við tvítýddum kynseginleikum, merkir, at tað finst annað enn “maður” og “kvinna”. 99,98 prosent av fólkinum eru “eintýtt kall- ella kvennkyn”, vísa tey á.

– Viðfødd kynsmenningarórógv, sum á fleiri stigum verður nýtt til at fremja mýtuna um, at tað finnast fleiri menniskjalig kyn, er ideologisk og politisk aktivisma, ikki vísindi, skriva tey.

 

Les eisini: Løgfrøðiligt kynsskifti: Ein lítil lógarbroyting við víðfevndum avleiðingum

LES EISINI  Bert tvey kyn í Sveis – enn!

 

Fleiri amerikanskir statir hava seinastu tvey árini ásett ein almennan triðjakynsflokk fyri persónar, sum ikki burturav kenna seg sum mann ella kvinnu. Í desember gav Týskland grønt ljós fyri triðjakyninum “ymisk” á føðibrøvum, og lond sum Australia, Ný Sæland, Malta, India, Pakistan og Kanada hava gjørt nakað tað sama. Ofta vendir hesi triði kynsflokkurin sær til millumkynd, men aðrir persónar við einum flótandi kynssamleika velja eisini at hoyra til henda flokk.

Í brævinum grundgeva teir fýra amerikansku læknabólkarnir fyri, at samfelagið ger transkyndum og øðrum persónum eina bjarnatænastu, um kyn verður allýst út frá øðrum parametrum enn tí reint lívfrøðiliga.

– Ein persónur, sum kennir seg sum transkyndan, verður ónoktiliga verandi annaðhvørt ein maður ella kvinna lívfrøðiliga. Henda objektiva lívfrøðiliga sannroyndin ávirkar heilsu teirra, skriva tey og vísa á, at kvinnur og menn til dømis hava ymiskar sjúkuvandar.

Ætlanin hjá stjórnini hjá Trump at smalka allýsingina av kyni er framvegis á veg. Um hon verður framd, fer hon at galda fyri sonevndu Title IX-borgararættindalóggávuna, sum er galdandi fyri alt landið. Tað víðara endamálið við henni er at forða fyri mismuni vegna kyn á amerikanskum útbúgvingarstovnum. Tað var hesa lóggávu, stjórnin hjá Barack Obama vísti til, tá hon í 2016 í eini fyriskipan, sum sera hart stríð stóðst av, kravdi, at skúlar skuldu loyva transkyndum persónum at nýta tey vesi, sum hóska til teirra kynsliga samleika.

LES EISINI  Sagdur úr starvi fyri at siga, at kyn er lívfrøðiligt

 

Kelda: Kristeligt Dagblad

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina