Løgfrøðiligt kynsskifti: Ein lítil lógarbroyting við víðfevndum avleiðingum

Í morgin skal Føroya løgting viðgera uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, løgtingskvinnu, um broyting í lógini um fólkayvirlit. Lógarbroytingin skal gera tað møguligt at fáa sokallað løgfrøðiligt kynsskifti. Tað er undranarvert, at so lítið alment kjak hevur verið um uppskotið. Tí hóast tað er orðað stutt, eru sera nógvir ógreiðir spurningar, sum eitt alment kjak átti at viðgjørt. Ein kann ímynda sær, at friðurin skyldast, at fólk enn eru troytt av drúgva kjakinum um broytingarnar í hjúnabandslógini.

Lítil lógarbroyting við stórum avleiðingum

Uppskotsstillarin segði á in.fo 21. august, at hetta er ein lítil lógarbroyting, sum tó er eitt fet móti einum rúmligari samfelagi. Tí lógin tekur støðuna hjá tvørkyndum føroyingum í álvara og gevur teimum møguleika at liva og virka sum tað, tey eru. Í stuttum snýr uppskotið seg um at geva fólki, sum kenna seg at vera annað kyn, enn tey eru lívfrøðiliga, møguleika at skifta kyn í fólkayvirlitinum. Tey kunnu søkja um at fáa eitt annað p-tal, sum so gevur teimum møguleika at fáa nýtt navn, koyrikort, pass og so framvegis.

At skifta kyn løgfrøðiliga snýr seg við øðrum orðum um, at tú kann skifta kyn “á pappírinum” uttan skurðviðgerðir og/ella medisinska viðgerð. Tá viðurkennir samfelagið sostatt í almennu skrásetingini, at hesi menniskju í roynd og veru eru tað kynið, sum tey kenna seg sum, og ikki tað kynið, sum tey lívfrøðiliga eru fødd við, uttan mun til um tey hava fingið ella ætla sær at fáa kynsskiftisviðgerð.

Einastu treytir í lógini verða, at viðkomandi, sum søkir, skal vera í minsta lagi 18 ár, og skal kenna seg at vera tað kyn, hann ella hon nú søkir um at fáa viðurkent, og eitt hálvt ár seinni skal vátta, at tað enn er so.

LES EISINI  Amerikanskir læknar vísa aftur, at eitt triðjakyn er

Hvørjar avleiðingar kunnu verða?

Fýrakantað sagt er uppskotið sera einfalt; tað snýr seg einans um at loyva, at tú kann broyta síðsta talið í p-tali tínum frá staktali til ómakað tal, ella øvugt. Men júst tað lívfrøðiliga kynið er ein so grundleggjandi byggisteinur hjá menniskjanum og mannaættini, at fylgjurnar ikki kunnu vera annað enn ógvuliga víðfevndar. Uppskotið setur sera nógvar spurningar, sum einki verður sagt um, og sum bæði uppskotsstillari og síðani eitt alment kjak áttu at viðgjørt.

Bara nøkur dømi. Í fleiri londum hevur mikil orðadráttur verið um atgongd til vesi hjá ávikavist monnum og kvinnum. Tá føroyska samfelagið alment viðurkennir teg sum kvinnu, hóast tú ert føddur sum maður og enn lívfrøðiliga hevur ein mannfólkakropp, so verður tað mismunur vegna kyn at nokta tær atgongd til vesið ella brúsurúmið hjá damunum. At hetta ikki er ein fjákut viðmerking til slíka lógarbroyting, vísa ítøkilig dømi úr eitt nú Danmark.

Enn verða ítróttarlið býtt upp eftir kyni. Tá føroyska samfelagið alment viðurkennir teg sum kvinnu, hóast tú ert føddur sum maður og enn lívfrøðiliga hevur ein mannfólkakropp, so kanst tú sjálvandi eisini bjóða teg fram á kvinnuliðnum í eitt nú fótbólti, hondbólti ella svimjing. Tú fremur mismun vegna kyn, um tú talar at.

Tá eitt par biðir prest um hjúnavígslu og tað síðani vísir seg, at báðir makarnir lívfrøðiliga eru sama kyn, hóast annað teirra hevur skift kyn løgfrøðiliga. Hevur prestur so skyldu at víga tey/tær/teir sambært hjúnabandslógini, um báðir makar annars eru limir í fólkakirkjuni? Prestur kann ikki nokta við at vísa til vantandi vígsluritual, tí føroyska samfelagið hevur alment viðurkent tey sum hvør sítt kyn.

Læknar kunnu eisini koma illa fyri, tí teir hava skyldu at virka eftir fakligu útbúgving síni, sum byggir á læknavísindaligar sannroyndir, harav tann eina er, at lívfrøðiliga kynið er partur av hvørji einastu kyknu í menniskjakroppinum. Kunnu teir koma út fyri at skula velja millum atlit til lógina og atlit til læknafrøðina? Skal ein lækni til dømis geva viðgerð fyri barnloysi, noyðist hann at taka støði í tí lívfrøðiliga kyninum. At tað læknafrøðiliga økið heldur ikki er eitt upphugsað dømi, vísir søgan úr Bretlandi, sum vit søgdu fyrst í oktober.

LES EISINI  Fleiri sjálvmorð millum transbørn

Tá sama lóg varð viðgjørd í Danmark, spurdi partur av etiska ráðnum har millum annað, um persónar, ið lívfrøðiliga eru menn, eitt nú skulu hava atgongd til kvinnuhús fyri harðskapsraktar kvinnur ella til kvinnudeildina í fongslum. Eisini hevur etiska ráðið nevnt eitt dømi um eina kvinnu, sum løgfrøðiliga hevur skift kyn til mann og síðani er vorðin við barn og føðir eitt barn. Er viðkomandi tá at rokna sum pápi ella mamma at barninum?

Slíkir spurningar kunnu verða skírdir fjákutir, men teir standa kortini ósvaraðir, og teir stinga seg upp, júst tí lógarbroytingin nemur við so grundleggjandi spurningar.

Er hetta rætta hjálpin?

Harafturat kann verða spurt, um løgtingið veit, um løgfrøðiligt kynsskifti gevur tvørkyndum tað, sum lovað verður. Ein norðurlendsk kanning frá 2011 vísir greitt, at tvørkynd, ið hava fingið kynsskiftisskurðviðgerð, eru munandi yvirumboðað, tá tað kemur til deyða av hjarta- og æðrasjúkum og sjálvmorði, eins og sjálvmorðsroyndir og innleggingar vegna sálarsjúku. Ein kann pástanda, at hetta einans skyldast sjálvar viðgerðirnar, men vita vit veruliga, at so er? At fleiri, sum hava skift kyn við viðgerð, søkja um at skifta aftur til upprunaliga kynið, bendir á, at tað ikki er so einfalt. (Sí m.a. henda stuttfilmin.)

LES EISINI  Nú er nóg mikið: Samkynd taka frástøðu frá LGBT+ 

Partur av størri samanhangi

Spurningurin er, um vesturheimurin, ið sigur seg seta vit og skil fremst, ikki er í ferð við at leggja seg skerflatan fyri kenslum, eisini tá tær stríða ímóti vísindaligum sannroyndum. Persónliga frælsið tryggjar einum og hvørjum rætt til sínar kenslur, júst sum tær eru, men tá samfelagið verður noytt at viðurkenna kenslur framum fakta, fer kavabólturin á rull.

Uppskotsstillarin nevnir lógaruppskotið enn eitt fet fram móti einum rúmligari samfelagi. Trúboðin heldur, at hetta er enn eitt fet í eini kynsupploysandi ideologi, sum ger upp við áratúsund-gamla sivilisatión og sum í grundini er eitt risastórt eksperiment, har eingin kennir evstu avleiðingarnar. Hóast lógaruppskotið er stutt, eru tað sostatt risastórir spurningar, sum løgtingið í morgin skal viðgera og taka støðu til, vegna verandi og komandi ættarlið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina