Nú er nóg mikið: Samkynd taka frástøðu frá LGBT+ 

Seinastu árini hevur ein uppgerð verið við náttúruvísindaliga uppbýtið av kynum sum maður og kona. Í dag verður tosað um eini 72 ymisk kyn. Ein nýggjur danskur felagsskapur av LGBT-fólkum vil gera upp við hesar tankar og heldur fast við, at tað einans eru tvey kyn. 

Tað er felagsskapurin “Dansk Regnbueråd”, sum nú tekur frástøðu frá kynsfatanini, sum LGBT+ talar fyri. 

Dansk Regnbueråd hevur møtt stórari mótstøðu stuttu tíðina felagsskapurin hevur verið til. Millum annað verða tey ákærd fyri at vilja afturføra rættindi hjá LGBT-fólkum, sum onnur hava stríðst fyri í nógv ár. 

Næstformaðurin í Dansk Regnbueråd, Jesper W. Rasmussen heldur, at málið er farið av kós, og at tað kann gerast ein hóttan fyri, hvussu fólk fara at góðtaka LGBT-persónar. 

– Tað er týdningarmikið at skilja, at tað einans eru tvey kyn. Tvey lívfrøðilig kyn. Eg missi einki, um fólk hava hug at siga nakað annað um seg sjálvi, men eg missi nakað, tá ið eg verði noyddur at viðurkenna, tað fólk siga um seg sjálvi, og uppføra meg samsvarandi hesum, sigur Jesper W. Rasmussen við TV2.dk. 

LES EISINI  Løgfrøðiligt kynsskifti: Ein lítil lógarbroyting við víðfevndum avleiðingum

Hóast kanningar vísa, at munandi fleiri LGBT-persónar uppliva mistrivna enn onnur, so metir Dansk Regnbueråd ikki, at samleika politikkur og fleiri rættindi eru loysnin. 

Í einum tíðindaskrivi frá Dansk Regnbueråd verður sligið fast, at ein álvarsom hóttan ímóti grundarlagnum og vælviljanum ímóti lesbiskum, bøssum og tvørkyndum er íkomin. LGBT-heimurin hevur sjálvur skapt hóttanina, sigur Dansk Regnbueråd, og vísir á eina hugmyndafrøðiliga ekstremismu, sum seinnu árini hevur lopið á alt frá rættindunum hjá kvinnum til mentala trivnaðin hjá børnum.  

Fatanin hjá Dansk Regnbueråd er, at felagsskapir sum LGBT+ nokta grundaðari vísund, og kúga talufrælsið, tá ið øll verða noydd at hava somu fatan sum ein sjálvur.  

– Hugtakið verður nevnt ‘wokeness’. Vit í Dansk Regnbueråd kalla hetta fyri ørskap, sigur Marcus Dib Jensen, formaður í Dansk Regnbueråd. Hann heldur fram: Stríðið ímóti “politiskt rætta”, sera ótollyntu hugmyndafrøðini verður næsti stóri virðisbardagin. Málið snýr seg ikki einans um LGBT-fólk, men um okkum øll. Um teg. Um tíni børn. Um lygn og sannleika. Og um hvat mannasýn skal mynda Danmark í framtíðini. 

LES EISINI  Kristnu bakararnir vunnu í hægsta rætti

– Samhaldsmegin í Danmark er undir trýsti, tí øll vitan og allar royndir, sum vit hava fingið innan øki sum lívfrøði, læknavísund, didaktik, pedagogik og etik, uttan nakað stríð eru spæld út til horna til fyrimun fyri eini víðgongdari uppfatan av kyn, sum byrjaði á universitetum í USA fyri fáum árum síðani.  

Henda víðgongda fatanin hevur gjørt innrás í øll løg í samfelagnum við ógvuliga óttolsamum hugrákum, sum nógv fólk eru bangin fyri at tosa um. Vit vilja ikki góðtaka hetta longur. Nú er nóg mikið sigur Marcus Dib Jensen til endans. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina