Fleiri sjálvmorð millum transbørn

Kanningar frá USA vísa, at har er ein samanhangur millum økt sjálvmorðstøl millum ung við kyns-dysfori, ið lata seg viðgera við kynshormonum enn tey, ið ikki gera.

The Christian Post sigur, at foreldur skulu ikki óttast fyri, at børn við óviðgjørdari kyns-dysfori eru í størri vanda fyri at fremja sjálvmorð. Tvørturímóti vísir ein nýggj kanning, at teir amerikansku statirnir, ið loyva eitt nú ”pubertetsblokkarar” til børn, hava tey hægstu sjálvmorðstølini.

Hetta skrivar The Christian Post við støði í eini frágreiðing, skrivað av seniorgranskara hjá Heritage Foundation’s, Jay Greene. Í frágreiðingini greiðir Greene frá, at hin sonevnda ”kynsjáttandi” viðgerðin við útflýggjan av kynshormonum til børn og ung uttan loyvi frá foreldrum – sum Biden-stjórnin og LGBT aktivistar viðmæla – í roynd og veru hava elvt til økt sjálvmorðstøl.

Jay Greene, granskari hjá Heritage Foundation

Empirisku greiningarnar hjá Jay Greene komu fram til, at teir statirnir, har tað var lættast fyri ung at fáa hendur á ”kynsjáttandi” viðgerðina samstundis eisini høvdu 14% økt sjálvmorðstøl í mun til teir statirnar, har tað var meira torført at koma framat eksperimentellu viðgerðini fyri ung.

Skeiv ráðgeving

Í einum fyrilestri á Heritage Foundation, vísti Greene á, at granskingin higartil á hesum øki bæði er ófullfíggjað og við álvarsligum feilum. Undir følskum fortreytum hava foreldur fingið at vita, at børn teirra fara at doyggja, um tey ikki fullføra eina evnafrøðiliga- ella kirurgiska kastratión.

Ginny Gentles, ið er leiðari á Education Freedom Center á Independent Women’s Forum, sigur frá, at foreldur verða noydd til at fyrihalda seg til hetta ræðandi uppáhald, at barn teirra fer at fremja sjálvmorð, um tey ikki byrja eina eksperimentella hormonviðgerð fyri at ”transitionera” til hitt kyndið. Hon heldur kortini, at foreldur skjótt duga at síggja, at uppáhaldini hjá trans-aktivistunum ikki eru sonn, hóast skúlar og samfelag við teirra villeiðing alsamt gera fløkjuna hjá børnunum størri.

Ginny Gentles, leiðari á Education Freedom Center á Independent Women’s Forum

”Eg havi upplivað, at foreldur nærum eru vorðin stív av ræðslu, tá børn teirra taka undir við hesum samleika. Og so gerast tey sint, tí tá tey hyggja seg um, verða tey greið um, at her er talan um eina smittu í samfelagnum, greiðir Ginny Gentles.

Lygnin ger foreldur í øðini

Tá foreldrini gerast greið um, at tann sjálvmorðsvandin, sum verður fráboðaður, bert er ein fúl lygn, so gerast tey í øðini, staðfestir Ginny Gentles. Eg vænti, vit fara at síggja alsamt fleiri ill foreldur. Vit fara at síggja  fleiri ”detransitioners” traðka fram og siga, at tey vaksnu í lívi teirra fóru illa við teimum og sviku tey og leiddi tey út á eina vandamkla leið. Men sterka samansetingin av vreiði og vón fara at sigra í hesum máli,” staðfesti Ginny Gentles.

Hagfrøðiliga kanningin hjá Jay Greene er í tráð við kjakið um vanligu kynsideologina, sum hon kemur fram í nýggja dokumentarfilminum, ”What is a Woman?” av Matt Walsh og Tucker Carlson frá Daily Wire.

Jay Greene hevur staðfest, at rættilig ferð kom á skeivu gongdina við sjálvmorðstølum fyri ómyndug við kynsdysfori aftaná 2010, tá farið varð undir at nýta ”pubertetsbokkarar” og hormonviðgerð til børn.
Udfordringen: Boldil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina