Eru allir átrúnaðir í grundini ikki líka?

At síggja til hava allir átrúnaðir nakað til felags:

  • í flestu átrúnaðum biðir tú t.d. til gud/in
  • í fleiri átrúnaðum er ein bók grundkelda og myndugleiki
  • flestu átrúnaðir royna eisini at svara nøkrum av stóru spurningunum í lívinum (hví vit eru her? hvat vit skulu? o.s.fr.)

Men tað eru kortini tveir grundliggjandi munur millum kristnu trúnna og allar aðrar átrúnaðir! Ein avgerandi munur í innihaldi, og ein avgerandi munur í trúvirði.

Tað fyrra er innihaldið: Um vit mála við breiðum pensli, vilja allir átrúnaðir í grundini vísa okkum menniskjum, hvussu vit skulu royna at klintra upp til Gud, til sælu el.a. Vit skulu  gera ella vera so ella so, so at vit vinna tað, sum hesin átrúnaðurin sigur vera enda-málið. Fleiri átrúnaðir tosa um miskunn, men so ella so snýr tað seg kortini í síðsta enda um at vinna sær tokka frá Gudi, sælu ella hvussu tað nú eitur.

Kristna trúgvin snýr seg hinvegin IKKI um, hvussu VIT klintra UPP til Guds, men tvørturímóti, at GUD kemur NIÐUR til okkara! Kjarnan í kristna boðskapinum er, at høvuðspersónurin, Guds sonur sjálvur, kom niður á jørðina fyri at vinna okkum fría atgongd til Guds. Júst tí at vit ikki megna tað sjálv!

Jesus segði, at “Tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini”. V.ø.o. klárar ein syndari ikki at lata vera við at synda. Vit eru ikki so fræls og óavhengig, sum vit halda. Vit megna ikki sjálv at vinna upp til Guds.

LES EISINI  Blívur Gud við at fyrigeva, um eg geri okkurt skeivt aftur og aftur?

Jesus segði eisini: “Eg eri vegurin til Guds. Eingin kemur til Guds uttan við mær”.

Ikki so, at eingin krøv verða sett til okkara lívsførslu, men poengið er, at Jesus kom fyri at liva upp til hesi krøv fyri okkum og síðani doyggja fyri okkum – sum bót fyri, at vit ikki megna tað! Jesus býtti um pláss við okkum!

Og hetta býtið er galdandi fyri ein og hvønn, sum vil trúgva á Jesus – t.v.s. líta á, at Jesus er og hevur gjørt hetta fyri okkum! Sostatt kann heimsins størsti syndari eisini vera kristin! Eingin skal gera seg verdan, tí við trúnni er hann/hon Guds egna barn.

Eingin annar átrúnaður hevur ein Gud, sum sjálvur gevur sítt lív fyri at bjarga enntá sínum fíggindum! Eingin annar átrúnaður hevur eitt so sterkt kærleikshugtak. Aðrir átrúnaðir kunnu tosa um ein kærleiksfullan Gud, men bert kristna trúgvin sigur, at Gud ER kærleiki. Sum enntá ofraði sítt egna lív fyri at bjarga sínum fíggindum!

Hetta er eitt sindur um innihaldsliga munin, men fyri tað seinna er eisini ein grundliggjandi munur í trúvirði millum kristnu trúnna og allar aðrar átrúnaðir:

LES EISINI  Hvat er ein náðigáva?

Eingin annar átrúnaður kann nevniliga vísa á eygnavitni í hópatali, sum sjálv hava sæð, at høvuðspersónurin er risin upp frá deyðum og soleiðis vann á menniskjans størsta trupulleika, sjálvum deyðanum. Og soleiðis prógvaði, at hann veruliga er tann, sum hann segði seg vera.

Fleiri eygnavitni fóru í deyðan, tí at tey vildu ikki taka tað aftur í seg, at tey høvdu sæð og verið saman og nomið við Jesus eftir uppreisnina. Jamen, hava fleiri átrúnaðir ikki fjepparar, sum eru til reiðar at fara í deyðan fyri tað, sum teir trúgva á? Jú, men eygnavitnini til tann upprisna Jesus fóru ikki í deyðan fyri okkurt, sum tey trúðu, tí at onkur hevði sannført tey um tað. Nei, tey vóru dripin, tí at tey ikki vildu taka tað aftur í seg, at tey sjálv veruliga høvdu sæð og hoyrt og nomið við Jesus eftir uppreisnina! Tað er ein grundliggjandi munur!

Harafturat eru hendingarnar í Bíbliuni í stóran mun farnar fram í almenna rúminum – á veruligum støðum við veruligum søguligum persónum frammanfyri fjøldum av fólkum.

So kristna trúgvin er grundliggjandi øðrvísi enn allir aðrar átrúnaðir, bæði í innihaldi og trúvirði.

LES EISINI  Hvussu veit eg, at eg eri frelstur?

Tað ljóðar kanska sympatiskt, tá summi siga, at ymsu átrúnaðirnir í grundini bara eru ymiskar síður av tí sama sannleikanum. Tí tað ljóðar so hugmóðigt, at ein átrúnaður sigur seg hava rætt og hinar fara skeivar? Men bíða nú: Er tað ikki nettupp at halda seg hava allan sannleikan at siga, at allir átrúnaðir eru ymsar síður av sama sannleika? Er tað ikki akkurát líka hugmóðigt?

Hví trúgvi eg, at kristna trúgvin er sannari enn allir aðrir átrúnaðir? Eg síggi ikki niður á aðrar átrúnaðir – teir kunnu innihalda nógv gott. Men eg veit, at eingin av teimum eigur ein livandi frelsara. Ein, sum fyrst av reinum kærleika doyði fyri mínar syndir. Vann mær tað, sum eg ikki megni at gera meg verdan til. Og síðan reis upp aftur frá deyðum og syrgdi fyri, at hundraðtals vitni fingu tað við. Sum livir í dag og lovar mær at taka ímóti mær í sínum ríki, tá tann dagurin kemur.

Tí er tað eisini satt, sum onkur hevur sagt, at kristna trúgvin í grundini ikki er ein religión, men ein relatión til persónin Jesus. Kristna trúgvin er sjálvandi eisini ein átrúnaður, men fyrst og fremst eitt persónligt álitissamband við Guds son, sum gjørdist menniskja og vinur okkara.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina