Etiska ráðið eggjar til etiskt kjak við nýggjum bóklingi

Nýstovnaða etiska ráðið hevur givið ein bókling út, sum umrøður nakrar etiskar spurningar og tvístøður. Bóklingurin liggur á heimasíðuni hjá etiska ráðnum.

Etiska ráðið sigur soleiðis í tíðindaskrivi:

Eiga vit altíð at halda givin lyfti, ella eru nøkur lyfti, sum í ávísum støðum kunnu og kanska enntá eiga at verða brotin? Kunnu vit aldrin gera einum menniskja mein ella pína tað?

Hetta eru nakrir spurningar, sum vera umrøddir í nýggja bóklinginum, sum Etiska ráðið hevur latið umsett og lagt á heimasíðuna www.etiskaradid.fo. Endamálið við bóklinginum er at eggja og stimbra kjakið um etiskar spurningar, sum viðkoma okkum øllum.

Etiskir spurningar eru viðkomandi fyri okkum øll, og vit eiga at taka støðu til hesar spurningar. Men sjáldan er tað lætt at finna einføld svar uppá etiskar spurningar. Oftast koma svarini í samrøðuni við onnur. Bóklingurin lýsir eitt nú, hvussu til ber, við etiskari útgreining, at koma ávegis til vælhugsaðar støður ella sjónarmið.

Umframt spurningarnar omanfyri, verða millum annað hesir spurningar umrøddir:
 Er menniskjað ónt ella gott, frælst ella ófrælst, ábyrgdarfult ella ábyrgdarleyst, skynsamt ella óskynsamt?
 Eri eg sjálv/ur sinnað/ur at geva einum sjúkum menniskja lívgøgn míni?
 Skulu avvarðandi sleppa at taka avgerðina, um støðan hjá tí deyða um vevnaðarflutning ikki er kend?
 Hava vit tamarhald og ræði á tólmennum (robottum)?
 Hvønn verða tey nýggju sløgini av tøkni ment til frama fyri, og hvør fær atgongd til teirra, og hvør fær nyttu av teimum?
 Hvussu skal meginreglan um sjálvsavgerðarrættin brúkast, um ein sjúklingur hevur skerdan førleika til sjálvur at taka avgerð.
Etiska ráðið vónar, at hesin bóklingur kann vera til gagns fyri lesaran, sigur Etiska ráðið at enda í tíðindaskrivinum.

Sum nevnt er endamálið við bóklinginum at eggja og stimbra kjakið um etiskar spurningar, og óivað verður trivið í bóklingin í kjaki næstu tíðina. Áhugavert er millum annað at síggja, at bóklingurin heilt stutt nemur við ymsar fatanir av, nær menniskjalívið byrjar. Eisini er áhugavert, at bóklingurin undir kapitlinum “Innihaldið í etikkinum” lýsir eina humanistiska menniskjaáskoðan, sum síðani millum annað verður sett upp ímóti “fundamentalismuni”, sum “mest er eitt alment tulkingarmynstur”, sum “ofta sæst hjá trúarflokkum, sum gera sær eina bókstaviliga tulking av átrúnaligum upprunaritum, fyrst og fremst Bíbliuni og Koranini.”