Familjan Finnsson umboðaði Føroyar á “Altjóða degi” í Tansania

Seinasta fríggjadag var árliga tiltakið “Altjóða dagur” á “Haven of Peace Academy” (HOPAC) í høvuðsstaðnum í Tansania, Dar es-Salaam. Hetta er ein altjóða skúli, har millum annað Jóhannes Finnsson av Glyvrum arbeiðir sum lærari. Hann og konan Kristiana og lítli sonur teirra, Dánjal Óli, hava verið í trúboðaratænastu í Dar síðani august í fjør. Kristiana er uppvaksin í Kenja, har amerikansku foreldur hennara vóru trúboðarar.

Hesin altjóða dagur verður fyriskipaður fyri at hátíðarhalda fjølbroytta felagsskapin á HOPAC, tí meira enn 40 lond eru umboðað á skúlanum. Dagurin verður millum annað hildin við skrúðgongu, framførslum og lovsangi, sigur Jóhannes.

– Tað var nakað heilt serligt at koma saman á henda hátt at hátíðarhalda fjølbroytta felagsskapin á HOPAC, men eisini í takkargerð og bøn til Harran Gud, ið sameinir okkum.

Jóhannes greiðir frá, at “International Day”, sum er almenna enska heitið á degnum, er endabrakið av árliga tiltakinum “Pamoja Week”. Pamoja er swahili og merkir “saman”, ella meira nágreiniliga “at standa saman”. Frá mánadegi til hósdags verður ljós varpað á ymsu bakgrundirnar, ið næmingar og lærarar á HOPAC umboða. Tó ikki bara á ymiskleikan, men eisini á tað, ið sameinir okkum sum menniskju á einum so fjølbroyttum lærustovni.

LES EISINI  Eitt undur, at kristniboðan fær so góðar sømdir í Kambodja

– Í strembanini eftir at liva út eina bíbilska heimsáskoðan, kunnu starvsfólk, næmingar (og familjur teirra) standa saman, hóast tjóðskaparligar, mentanarligar og átrúnaðarligar munir, sigur Jóhannes at enda.

Til ber at lesa meira um HOPAC á heimasíðu skúlans: www.hopac.sc.tz

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina