Familjulega 23-25 feb

Familjulega er aftur á skránni í Nesvík. Legan verður frá 23. til 25. februar. Familjulegan er eitt gott høvi hjá barnafamiljuni “at toga stykkið úr” eitt vikuskifti, og hugna sær saman við øðrum barnafamiljum. Eisini er áhugaverd og viðkomandi undirvísing og ymiskt annað, bæði til gaman og álvara. Og ikki at gloyma tann góða matin sum man fær serveraðan alt vikuskiftið.

Til ber at tekna seg til leguna á: mission.fo/tilmelding  
Tilmeldingarfreist er 18. feb.

Prísir:

Hjún1.450 kr.
Hjún við einum barni 1.725 kr.
Hjún við tveimum børnum1.950 kr.
Hjún við trimum børnum ella fleiri 2.175 kr.
Ein vaksin 725 kr.
Ein vaksin við einum barni                           1.000 kr.
Ein vaksin við tveimum børnum     1.225 kr.
Ein vaksin við trimum børnum ella fleiri   1.450 kr.
Gestabarn       275 kr.
Familjukamar í kamarslonunum     850 kr.

LES EISINI  Familjulegan avlýst
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina