Familjuvisión

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Uttan at kenna til tínar umstøður so havi eg seinastu tíðina gjørt mær nakrar tankar um eina Familjuvisión, ið kanska minnir eins  nógv um eina lívsvisión. Enn eri eg tó ikki komin á mál: Men við hesum positiva sikti fyri eyga eri eg kortini treystur nú mang um okkum broytist vegna hetta hervilg virusi nevnt Corona. Øll skulu vit venja okkum við nýggjar umstøður. Og øll mega vit ansa okkum og harvið eisini okkara næsta.

Og við ymiskum mynduleikum á odda er eisini orsøk, at takka nógvum menniskjum fyri góðan innsats í hesum avbjóðandi døgum. Men hoyr! Eitt er tað almenna rúmið har fjarðstøðan er longd og ferðin sett niður.

Men við hús er støðan nú eisini mikið øðrvísni og spurningur er um hetta ikki er løtan og kanska start-skoti til eitt betri familjulív. Sum familja eru vit annars von við ein ávísan gerandisdag har mangt og hvat verður gjørt heldur ótilvita. Hvør í sínum lagi kunnu vit vónadi gleðast um okkurt meðan onnur viðurskifti helst kundu veri frægari. Soleiðis er tað nú einaferð.

Men eitt er so vist: Fortíðin er farin men nútíðin er okkara og hon kann verða grundarlag fyri  eini betri og bjartari framtíð. Corona-sóttin ber nógv keðiligt og oyðandi við sær eingin ivi um tað: men tað er eisini satt, at vit kunnu smitta hvønn annan við tí positiva: So hví ikki nýta høvi, at arbeiða miðvíst fyri tí góða og mennandi familjulívinum har gleðin og nøgdsemi er í hásæti! Eitthvørt arbeiðspláss hevur vissiónir og mál fyri framman og tað er gott og neyðugt: Men hvussu við tíni familjuni? Hevur hon ikki uppiborið tað allar besta! Eingin ger arbeiði fyri tykkum: So hví ikki samlast kring køksborðið og tosa opið og erliga um eina familjuvissión og soleiðis deila tankar um tað góða lívið.

Ja, hvat hugsa og droyma børnini, konan og maðurin í grundin um?

Við at seta orð á so kunnu tit tilvita og málrætta byrja at mynda tykkara egnu familjuvisión. Og tað er ikki nógv, ið er meira neyðugt og gagnligt enn júst hetta. Eitt veit eg: Árini renna avstað og koma ongantíð aftur: so hví ikki uppraðfesta tey virði, ið hava nógv størri týdning enn nærum alt annað.  Jú, materialisman hevur sjálvandi sítt at bjóða men hví ikki virka enn meira fyri fyri kærleikanum, trivnaðinum og tí góða lívinum.

Og hoyr! Tað mesta av hesum kostar einki  ella nærum einki men úrsliti kann ríka mong menniskju – og tað í fleiri ættarlið. Og tí vil eg eisini líka steðga á við orð Sálamons: Við ongum hugsjónum villist fólki, og av tí, at tú og tín familja hava uppiborið alt tað besta so er alneyðugt at hava eina lívsvisión fyri familjuna.

Og sjálvt um framtíðin heldur ikki verður fullkomin so er tó gott at kenna nærleika bæði í gráti og látri og samstundis rúma tørvinum hjá tí einstaka.  Men lat okkum ongantíð gloyma ta sannroynd óansæð umstøður: Saman standa vit altíð sterkast sum familja og í hesum liggur ein ómetaliga ríkur skattur.

Vilt tú? So kanst tú ikki minst sum pápi veruliga gera ein stóran mun fyri tína familju. Ikki tí tú er sterkur og fullkomin men tí tú elskar tína familju og vil gera alt fyri hana. Hetta viðførur helst broytingar og ting taka nú einaferð tíð.

Men nógv kann henda uppá tveir mánaðir fyri ikki at tosa um eitt hálvt ár eitt ár fimm ár.

Og gloym ei: Slík process er lekidómur fyri familjuna: men einki hendir av sær sjálvum og tí mugu orð og tankar fylgjast upp við handling.

Leo Tolstoy segði á sinni: Allar eydnusamar familjur líkjast men tann óeydnusama familjan er altíð ólukkulig á sín egna hátt og av tí, at tit kenna tykkara egnu avbjóðingar so kann ein familjuvissión  júst vera tykkara familju til signingar. Og fyri at framtíð tykkara sum familja ikki eina skal myndast út frá egnum tonkum so vil eg enda við hesum skapandi orðum:

Hoyr!

Harrin vælsigni teg – og varveiti teg,

Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg – og veri tær náðigur.

Harrin lyfti upp ásjón sýna yvir teg – og gevi tær sín frið.

Jú, Gud elskar teg – og harvið eisini tína familju.