Far við Jesus-bussinum

Nýggjárslegan var um vikuskiftið. Eini 170 ung saman við hjálparfólkum vóru savnað um vikuskiftið til árligu nýggjársleguna hjá HMU, og evnið fyri leguna var “Take the right bus – the Jesus bus”.

 – Legan byrjaði fríggjakvøld. Tað var øgiliga gott, tí legan byrjaði beinanvegin. Tað var einki sovorðið við, at tað byrjaði spakuliga, og at vit skuldu finna út av hvørjum øðrum. Tað byrjaði við, at Pól Johannesen talaði um, hvussu vit kunnu taka henda rætta bussin. Vit fingu øll hvør sítt pappír, har vit kundu skriva onkra synd ella okkurt annað, sum vit vildu sleppa av við, á. Síðan fóru vit útum, og har blakaðu vit pappírið í eitt bál, sum var í einari stórari grýtu, sum vit høvdu lænt frá skótadeplinum á Selatrað, greiðir Hans Jákup Abrahamsen, sum var ein av høvuðsleiðarunum á leguni, frá.

Meðan øll vóru úti niðanfyri Leguhúsið – tey vóru eini 170 í tali – fingu tey eitt yvirraskilsi, tí at hinumegin vatnið vóru fýra battarí við fýrverki sett upp, og tey vórðu sett í gongd, meðan øll vóru úti.

– Tað var flott, øll vóru imponerað. So tóku vit eitt spontant lovsangstiltak uttanfyri, har vit sungu og dansaðu. Tey vóru ordiliga við uppá tað. Tað var ein perfektur startur uppá leguna, tí vit fingu gongd í hana beinanvegin, sigur Hans Jákup.

 

Vitjan úr Brasil

Leygardagurin byrjaði klokkan hálvgum níggju við bønarløtu, og síðan varð morgunmatur klokkan níggju. Eftir tað hevði Kartin Høgnesen ein bíbliutíma, og síðan fóru luttakararnir út í bólkar til bólkaprát. Tað var soleiðis, at tá ið tey komu á legu, fingu øll hjørtu við einum tali á, og á tann hátt vórðu tey býtt sundur í bólkar, sum vóru teir somu alla leguna.

– Aftaná døgurða var nokk so nógv frítíð. Millum klokkan tólv og seks um kvøldið var tað einasta, sum var á skránni, ein áhugatíma við einum brasilianara, sum eitur Cicero. Tað er ein maður, sum hevur livað á gøtuni av rúsevnum, sniffað lím og í kriminaliteti, til hann var ellivu ár. Tá varð hann møttur av kristnum trúboðarum, sum fingu hann í eitt heim, har hann tók ímóti Jesusi nøkur ár seinni. Nú er hann byrjaður at skipa fyri fótbólti fyri ung á gøtuni, har hann hjálpir teimum, sum liva, eins og hann livdi. Hann boðar kristnu trúnna gjøgnum fótbólt – Projeto de Bola eitur arbeiðið – og hann hevði so fyrilestur um sítt arbeiði.

Um kvøldið hevði Símun Jacobsen ein bíbliutíma. Hans Jákup sigur, at talan var øgiliga beinrakin og góð. Aftaná var ein vitniløta og síðan ein góð og long lovsangsløta.

Leygarkvøld fóru fólk sera seint í song, tí at einki var á skránni fyrrenn seint sunnumorgun, tá ið fyrst var brunch, tá ið Kartin Høgnesen hevði eitt orð um, hvussu man ger, tá ið man hevur tikið ímóti Jesusi. Til seinast á leguni savnaðust fólkini aftur í bólkunum í bøn.

– Fólk lótu væl at leguni, at hon var væl skipað, og at tað var stuttligt við bonus features. Tey vóru glað fyri hana, sigur Hans Jákup at enda.

Myndir frá nýggjársleguni kunnu síggjast her.