“Farsóttin ber vón”

Iran: Óvæntaðar vekingar henda í Iran undir koronufarsóttini
Eftir Rhoda Gayle, 23. juli 2020

Ein óvæntað veking er hend undir farsóttini. Iranar í hópatali venda sær til Kristus at finna frelsu og vón.

Iran er eitt av heimsins mest vandamiklastu støðum hjá kristnum at liva í, vegna harðrenda islamska stýrislagið. Kortini hava, síðan mars mánað í ár, fólk í túsundatali, leitað sær til Kristus og finna har frelsu.

Unframt hetta, at koronavirusin áleypandi harðliga hitti tjóðina, øktist harðskapurin munandi. Mótmælisgongur og kyknaðir eldar móti kjarnorku- og øðrum hernaðarøkjum. Gjøgnum hesa myrku tíð hjá tjóðini, leitaðu fólk sær troyst og hjálp hjá Jesusi Kristi.

“Tað er tí, vit nevna farsóttina vónarinnar farsótt,” sigur Mike Ansari, sjónvarpsstjóri , Moabats.

Óvæntaðar vekingar

Í einum orðaskifti í CBN NEWS avdúkaði Mike, at netvarpið hevði skrásett 10 ferðir fleiri umvendingar á netinum samanborið við síðsta ár. Áljóðandi 3000 fólk hvønn mánað, síðan farsóttin byrjaði í mars mánaði.

LES EISINI  Hvítusunna í Hvalvík

“Vit hava skrásett áleið 3000 persónligar avgerðir av Iranskum muslimum, ið venda Islam bakið og fara yvir til kristindóm undir hesi veking,” sigur hann.

Orsøkin til vekingina, sigur hann, er grundað á, at fólkið er ónøgt við stýriskipanina og, hvussu teir reka landið.

“Fólkið í Iran eru ónøgt við búskaparstøðuna og, hvussu stýrið stjelur teirra tjóðarogn og útflytur Shia Islam til grannalondini, og stuðla tey tískil ikki stýrið,” sigur Mike.

Bønir fyri Iran

Stýrið hevur lopið á kristin, ið hava svarað gleðiboðskapinum aftur, síðan mars mánað. Teir hava handtikið og fongslað í dusin-vís, grundað á íkomnu vekingina, ið skolar inn yvir landið. Tó hava hesi kristni ikki viljað latið alt um seg ganga og hava áhaldandi ríkað Guds akur. Tey heita á øll um at biðja fyri teimum.

“Kirkjan í Iran berjist fyri at hóra undan”, sigur hann. Vit heita á altjóða felagsskapin at biðja fyri iransku kirkjuni undir grovu atsóknini frá landsins stýri.”

LES EISINI  Tvær avlýsingar og ein broyting

 

Link:

A Pandemic of Hope? Iran Experiencing a Huge Revival, Reulting in Govt Backlash Against the Church

 

Henry Debes Joensen, umsetti.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina