Fekk nógvan døgurðamat sum tøkk

– Eg lati ikki jólapakkar til sjófólkið fyri at fáa nakað afturfyri. Kortini fløvar og stimbrar tað, at eg frætti frá onkrum, sum hevur fingið pakka frá mær.
Tað sigur 90 ára gamla Hertha Johannesen á Nesi, sum herfyri upplivdi at fáa ein stóran og tungan pakka, sum tøkk fyri ein jólapakka. Í pakkanum vóru nógv kilo av kjálkum og lippum.

– Eg varð púra bilsin yvir at fáa eina so stóra gávu. Eg havi latið tveir jólapakkar hvørt ár í áratíggju. Okkurt árið hevur onkur ringt og takkað fyri pakkan, og eg havi eisini fingið takkarkort fyri pakka, sigur Hertha.  Hon hevur øll árini skrivað sítt navn á kortini, sum fara í pakkarnar.
– At fáa ein so stóran pakka, føli eg, er alt ov mikið. Nú havi eg døgurðar til fleiri vikur; tí vóni og trúgvi eg, at gevarin var fegin fyri mín pakka og hevur latið hetta við gleði, sigur Hertha.

LES EISINI  Sjómanskvinnuringurin 60 ár

Hertha hevur verið trúgv í sjómanskvinnuringunum á Toftum í áratíggju, men í vetur hevur orka ikki verið til tað. Kortini vil hon framhaldandi lata jólapakkar til sjófólkið og heldur, at tað er ov neyðarsligt bara at lata ein pakka.

Gud signi sjófólkið, sjómanskvinnuringarnar og tey sum annars lata pakkar til sjófólkið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina