Felagsskapur og einsemi

Andrias Magnussen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Fólk eru so ymisk á so nógvum økjum. Tað er eisini ymiskt, hvussu sosial fólk eru. Summi eru útsnúin (ekstrovert), meðan onnur eru innsnúgvin (introvert). Tó vilja øll menniskju vera partur av einum felagsskapi og kenna seg sum part av eini størri heild. Vit eru ikki skapt til at vera einsamøll, tí vit eru skapt í Guds mynd, og Gud er ein ævigur felagsskapur – faðir, sonur og andi.

Hesin grundleggjandi tørvur hjá menniskjum at vera saman er eisini orsøkin til, at vit hava so nógvar frítíðarfelagsskapir, ítróttarfeløg og aðrar felagsskapir, har fólk koma saman.

Føroyar er eitt lítið samfelag, og sagt verður, at øll kenna øll. Í Føroyum eru familjusambondini tøtt, og sum partur av eini familju eru vit eisini partur av eini størri heild. Grannar kennast, og vit heilsa uppá fólkini, sum vit møta á vegnum. Soleiðis er tað í øllum førum nógvastaðni. Hóast hesa gleðiliga støðu, so eru tað tíverri fleiri, sum kenna seg einsamøll. Ja, einsemi hevur møguliga ongantíð verið størri enn akkurát í dag.

LES EISINI  EXPO: Arbeiðsgreinar hjá Heimamissiónini og aðrir felagsskapir greiða frá arbeiði sínum

Tað er ongin, sum velur at vera einsamallur, men av eini ella aðrari orsøk eru fleiri fólk sett út á eitt síðuspor her í lívinum. Tey eru vorðin einsamøll. Í dagsins samfelagi kann tað vera trupult at finna tíð til at fara at vitja hesi fólkini. Við prísleguni og krøvunum í dagsins samfelagi, so arbeiða øll fulla tíð og møguliga yvirtíð fyri at kunna gjalda húsalán og alt annað, sum vit meta vera neyðugt fyri at hava eitt gott lív.

Men hesi, sum nú eru einsamøll, hava einaferð verið partur av einum felagsskapi.

Tey vóru møguliga virkin í onkrum ítróttarfelagi ella frítíðarfelagsskapi. Tey vóru kanska eisini partur av onkrari kirkju ella samkomu. Vóru tey partur av okkara missións- ella meinigheitshúsi? Lótu vit tey glíða úr felagsskapinum? Duga vit at vísa teimum, at Jesus elskar tey?

Sum trúgvandi er kærleikin okkara millum tað, sum eigur at eyðkenna okkum og okkara felagsskap. Jesus sigur sjálvur í Jóhannes 13,35: “Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.” Jesus sigur her, at fólk skulu kenna okkum, sum eru Jesu lærusveinar, á kærleikanum, sum vit hava til hvør annan. Kærleikin til okkara trúarsystkin er sostatt ein vitnisburður um, at vit hoyra Jesusi til. Men, at røkja hesi sambond tekur tíð, og tað er nakað, sum vit mugu taka okkum tíð til. Vit mugu steðga á og spyrja okkum sjálv, hvussu støðan er hjá mær.

LES EISINI  Til Havnar vit fara

Júst hetta við at steðga á er eisini yvirskriftin yvir stórmøtini hjá Heimamissiónini, sum verða í høllini á Hálsi í Havn síðsta vikuskifti í oktober.

Tað er so trupult at steðga á, men vit hava brúk fyri at geva okkum stundir til hvør annan, og vit hava so avgjørt brúk fyri at geva okkum stundir at røkja okkara týdningarmesta samband – sambandið við Jesus Kristus, okkara harra og frelsara.

Til stórmøtini vilja vit møta menniskjum og hava ein felagsskap, har Jesus er í miðdeplinum. Vónandi síggjast vit til stórmøtini í høllini á Hálsi 25. til 27. oktober.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina