Felagsskapurin MIRJAM hevur sent 60.000 kr til Korona hjálp í Liberia

Tíðindaskriv frá felagsskapinum, MIRJAM, á páskum 2020
Nú korona herjar allan heimin; hoyra vit valla góð tíðindi! Um allan heimin sita menniskju og stúra!

Nær rakar farsóttin Afrika? Vit vita, at Afrika er sera sárbart. Reinføri og matrot, er ein avbjóðing! Hvussu fáa tey reint vatn? Marknaðurin eru afturlatin. Hvør einstakur er í stórum vanda at fáa smittuna, sum ikki kann síggjast
Tey skulu halda frástøðu og vaska hendur ! Men tað er ikki lætt at halda frástøðu, tá í tey búgva so tætt .
Vanligt er, at 10 fólk búgva í einum rúmi. Tá ber ikki til at vera í sóttarhaldi um tú fært smittuna.
Kvinnurnar sleppa ikki á marknaðin at selja, tá er eingin inntøka.

Umráðandi er, at vit – her heima – ikki falla í fátt, men royna at gera tað vit kunnu, at hjálpa teimum ikki at gevast á hondum! Við okkara hjálp, eru vit við til at bjarga lív. “Mirjam” felagsskapurin hevur dagligt samband við Liberia og hevur keypt rís, spannir, sápu og klorin. Umráðandi er at gjalda tað, sum skal gjaldast: leigu, el, internet og annað so tey ikki standa úti á gøtuni, og mugu búgva fleiri saman, enn tey nú gera. Viðlíkahald av vatnbrunninum er sera umráðandi. Tá krubban er tóm so bítast hestarnir, tað má ikki henda.

LES EISINI  Innsavnan til Liberia er byrjað sera væl.

Felagskapurin Mirjam hevur sent 60.000 kr til Koronahjálp í Monrovia. Takk til tykkum øll, sum áhaldandi stuðla arbeiðinum. Ynskir tú at stuðla, so er kontan 9865-3124724 – viðmerk korona hjálpin.
Myndirnar siga sítt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina