Ferð til Wittenberg

Í sambandi við at tað í 2017 eru 500 ár liðin, síðani Martin Luther festi tær 95 tesurnar á dyrnar í Slotskirkjuni í Wittenberg, og soleiðis legði lunnar undir reformatiónina, verður skipað fyri túri til Wittenberg í døgunum 10.-15. mai.
Tað skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.
Tað er urguleikarin Símun Hammer, vegna kirkjuráðið í Gøtu, sum samskipar túrin. Símun hevur drúgvar royndir við at skipa fyri stórum tiltøkum.
Flogið verður beinleiðis við Atlantic Airways til og frá Leipzig í Týsklandi. Flogtúrurin tekur umleið tríggjar tímar. Hotellið, ið búð verður á, er fýrastjørnað hotell í Leipzig.
Skipað verður fyri bólkaútferðum til tey kendu og áhugaverdu støðini í sambandi við reformatiónina. Skipað verður fyri andakt um morgunin og, um møguligt, fyri onkrari hugnaløtu um kvøldarnar.
Samlaði prísurin verður 7.500 krónur. Seinasta freist fyri tilmelding er 23. januar. Á heimasíðuni folkakirkjan.fo fæst meira at vita um ferðina.