Filmur um bíbliur, sum góvu hermonnum vón, avvístur av biografum

Ein bóndi, ein útróðarmaður, ein húsmóðir, eitt barn, ein kokkur og onnur lesa tekstir úr Opinberingini um tað nýggja Jerusalem. Men hesin stutti filmurin frá bíbliufelagnum í Onglandi er “ov religiøsur” fyri nógvar biografar.

Bíbliufelagið hevur framleitt stuttfilmin í samband við 100 ára haldið fyri vápnahvíldina eftir Fyrra heimsbardaga.

“Meira enn 9 milliónir menn og kvinnur úr Onglandi og Commonwealth gjørdu tænastu undir Fyrra heimsbardaga. Allir bretsku hermenninir fingu eina bíbliu við sum ein part av útgerðini. Fyri mangar var tað ein kelda til vón um ævigan frið”,

verður sagt í innganginum.

Stuttfilmurin byrjar við at vísa brot frá ræðuleikunum undir krígnum, har hermenn royna at vinna seg fram metur fyri metur í skotgrøvum. Síðani kemur upplýsingin um, at hermenninir fingu eina bíbliu við, sum ein part av útgerðini, og at henda bíblia gav teimum vón. Síðani verða víst fleiri brot, har vanligir bretar lesa úr 21. kapitli í Opinberingini. Filmurin endar við at koma til hesa niðurstøðu: “Bíblian gevur framvegis frið og vón í dag”.

LES EISINI  Talvudagur til frama fyri nýggja bíbliutýðing

Tíverri hevur biografketan Empire Cinemas, sum hevur 120 biografar í 14 ymiskum býum í Stórabretlandi víst aftur at vísa tann bara tríggjar minuttir langa filmin, við tí grundgeving at hann er “ov religiøsur” fyri biografgangarar.

Paul Woolley frá bretska bíbliufelagnum er harmur av støðuna. Hann sigur við The Guardian:

– Bíblian er ikki eitt ‘religiøst dokument’, sum bara er fyri kristin ella til nýtslu í tí ‘religiøsa lívinum’. Hon er ein bók fyri øll fólk. Tað er ein søgulig sannroynd, at Bíblian var ein týdningarmikil partur av útgerðini hjá bretsku hermonnunum, og at hon fyri nógvar var ein kelda til vón.

– Sjálvandi hevur Empire Cinemas rætt til at velja, hvat tey vísa ella ikki vísa. Men harmiligt er, at teirra kundar ikki fáa møguleikan at grunda yvir leiklutin hjá Bíbliuni bæði í fortíð og nútíð, sigur hann at enda.

Filmurin kann síggjast her:

https://www.youtube.com/watch?v=GSD10Y-JjW8

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina